Meira ferð á amerikanska verjuídnaðin

Meira ferð á amerikanska verjuídnaðin
Amerikanska verjumálaráðið vil hava munandi skjótari veitingar og økta framleiðslu av týðandi hernaðarútgerð
Pete Hegseth, verjumálaráðharri, í amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon.
Mynd: Savnsmynd (Evelyn Hockstein/Reuters/Ritzau Scanpix)  
 
09.08.2026 - 14:27

Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, leggur nú trýst á amerikanska verjuídnaðin fyri at fáa ferð á framleiðsluna av vápnum og hernaðarútgerð.

Tað skrivar The Washington Post, sum hevur fingið innlit í eitt skriv, ið var sent frá Pentagon til leiðarar í amerikanska verjuídnaðinum mikudagin.

Í skrivinum heitir varaverjumálaráðharrin, Steve Feinberg, á fyritøkurnar um at fáa munandi skjótari veitingar og økja framleiðsluna av týðandi hernaðarútgerð.

Áheitanin kemur samstundis, sum spurningar eru reistir um amerikonsku vápnagoymslurnar.

Reuters skrivaði týsdagin, at USA hevur brúkt ein stóran part av síni altjóða goymslu av langtrøkkandi neyvrakettum í krígnum ímóti Iran. Hetta hevur, sambært Reuters-tíðindastovuni elvt til stúran um, hvussu væl amerikanski herurin er fyrireikaður til møguligar framtíðar ósemjur.

Donald Trump forseti hevur tó víst aftur, at USA hevur ov lítið av lóðri og vápnaútgerð, og verjumálaráðharrin ella krígsmálaráðharrin, sum hann nevnir seg, Pete Hegseth, hevur eisini avsannað tíðindi hjá CNN um, at USA skal hava brúkt nærum 80 prosent av sínum THAAD-rakettum til loftverju.

Fox News hevur við støði í tølum frá Center for Strategic and International Studies skrivað, at USA kann hava brúkt umleið helvtina av goymsluni av ávísum vápnaskipanum í krígnum. 

Pentagon hevur ikki váttað hesi tøl.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860