Borgarstjóri spyr hvar pengarnir eru blivnir av

Borgarstjóri spyr hvar pengarnir eru blivnir av
Tær 10 milliónir krónurnar, sum eru settar av til vegin úr Fámjinstunlinum oman í bygdina, røkka ikki til at gera arbeiðið liðugt. - Skuffandi, sigur borgarstjórin í Famjin
 
13.08.2026 - 19:08

Fámjinstunnilin varð liðugur í fjør summar, og í juni í ár varð arbeiðið við vegnum oman í Fámjin tikið upp aftur.

Men nú er greitt, at játtanin upp á 10 milliónir krónur ikki røkkur. Mest átrokandi ábøturnar verða eftir ætlan lidnar móti ársenda, men skulu øll arbeiðini gerast liðug, mugu fleiri pengar játtast.

Tað kemur óvart á Jóanis Lisberg, borgarstjóra í Fámjin.

– Fámjiningar eru ógvuliga skuffaðir, sigur Jóanis Lisberg.

Hann vísir á, at pengar vórðu settir av til vegin í sambandi við tunnilsverkætlanina, og at ætlanin var, at teir skuldu røkka til at gera vegin lidnan.

Arbeiðið verður fyribils rundað av móti ársenda, tá játtanin er uppi.

Hoyr innslag í tíðindunum á nátturða:

Borgarstjorin_i_Famjin_um_vegin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334