Verkafólk: Javnsetið øll, áðrenn tit tosa um møguleikaváttan

Verkafólk: Javnsetið øll, áðrenn tit tosa um møguleikaváttan
Tað er meira umráðandi at javnseta fólk, tá tað kemur til sjúkramelding enn at byrja at tosa um møguleikaváttanir. Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Verkafólki
Sonja Jógvansdóttir
Mynd: Savnsmynd  
 
13.08.2026 - 20:12

Tað er meira umráðandi at javnseta fólk, tá tað kemur til sjúkramelding enn at byrja at tosa um møguleikaváttanir. Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Verkafólki. Summi á arbeiðsmarknaðinum fáa fulla løn undir sjúkramelding, meðan limirnir í feløgnum hjá Verkafólki í stóran mun fáa 80 prosent av lønini. 

 

Samgongan vil hava at mann fer frá at brúka sjúkraváttanir og til heldur at brúka tað, sum tey kalla møguleikaváttanir. Tað merkir at mann í sambandi við sjúkrameldingar skal lýsa, hvat fólk eru før fyri, heldur enn hvat tey ikki eru før fyri. Tað stendur í samgonguskjalinum. 

 

Sonja Jógvansdóttir sigur seg vera sinnaða at taka kjakið um møguleikaváttanir, men hon er stúrin um, at limirnir hjá Verkafólki, kunnu vera trýst at arbeiða meira, enn tey í veruleikanum eru før fyri.


Landsstýrið arbeiðir í løtuni við málinum, men vil ikki siga nakað meira um tað. 

 

Hoyr samrøðuna við Sonju Jógvansdóttir í tíðindunum her: 

 

1826821

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860