Horn til Holstebro

Horn til Holstebro
Føroyski landsliðsspælarin Teis Horn Rasmussen skal spæla við THH Holstebro í bestu donsku deildini næsta kappingarár
Teis Horn Rasmussen skal spæla við THH Holstebro
Mynd: Kolektiff  
 
18.08.2026 - 12:19

Teis Horn Rasmussen skal spæla við THH Holstebro í bestu donsku hondbóltsdeildini næsta kappingarár. 

Tað hevur norðurjútska felagið kunngjørt fyri løtu síðan.

Sambært portal.fo hevur stinni strikuspælarin á føroyska hondbóltslandsliðnum skrivað undir ein stuttan sáttmála í felagnum, sum endaði nummar fýra í grundspælinum í fjør.

Í endaspælinum eydnaðist ikki at spæla seg í hálvfinalurnar.

 - Tað verður spennandi, og eg gleði meg at koma í gongd. Eg gleði meg serliga nógv til at spæla í Gråkjær Arena. Tað er ein av bestu heimavøllunum í deildini, og ein av feitastu høllunum at spæla í, sigur Teis Horn Rasmussen við miðlarnar hjá nýggja felagnum.

Teis Horn Rasmussen er 30 ára gamal, og í fjør spældi hann við Ribe/Esbjerg, sum endaði á níggjunda plássi í deildini. Hann hevur spælt 46 dystir fyri Føroyar sambært handballstatz.

Holstebro spælir sín fyrsta landskappingardyst 27. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083