Meslingar ganga í Svøríki

Meslingar ganga í Svøríki
Í gjár segði svenski fólkaheilsumyndugleikin, at 11 fólk vóru smittað, men í dag verður sagt, at 21 tilburðir av meslingum nú eru skrásettir
Mynd: Shutterstock.com  
 
19.08.2026 - 18:16

Meslingar eru farnir at ganga í Svøríki, eftir at fleiri fólk vórðu smittað á einum tónleikafestivali um mánaðarskiftið.

Í gjár segði svenski fólkaheilsumyndugleikin, at 11 fólk vóru smittað, men í dag verður sagt, at 21 tilburðir av meslingum nú eru skrásettir.

Tey flestu av teimum smittaðu eru yngri enn 18 ár, og eru ikki koppsett fyri meslingar.

 

Fyribyrgjast við MFR-vaksinu

Svenska Aftonbladet skrivar, at myndugleikarnir nú royna at seta seg í samband við fólk, sum vóru á festivalinum.

Meslingar kunnu fyribyrgjast við MFR-vaksinu.

Ein koppseting virkar alt lívið, men svensku myndugleikarnir heita á fólk, sum eru fødd í 1970'unum, um at kanna, um tey bert eru koppsett eina ferð, og um so er, at koppseta seg eina ferð afturat, um tað er neyðugt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040