Russar taka milliardir úr bankanum

Russar taka milliardir úr bankanum
Fólk hava mist álitið á bankarnar, og tey stúra fyri, at pengarnir hvørva, sigur greinari
Russar hava tikið 286 milliardir rublar út úr bankanum seinastu tíðina.
 
19.08.2026 - 13:46

Russar tysja til sjálvtøkurnar at taka pening út, nú ukrainsk dronuálop og vesturlendsk revsitiltøk eru farin at merkjast í Russlandi.

Fyrstu tvær vikurnar í august hava russar tikið 286 milliardir rublar út í russiskum bankum. Tað svarar til umleið 22 milliardir krónur í okkara pengum.

Tað skriva The Telegraph og Washington Post, sum hava hugt at tølum hjá russiska miðbankanum.

 

Hava mist álitið

- Russar hava mist álitið á bankarnar, og fólk eru bangin fyri, at pengarnir í bankanum hvørva, sigur Mikkel Rosenvold, geopolitiskur greinari hjá Real Vision.

Vesturlendsku revsitiltøkini móti Russlandi og kríggið millum Russland og Ukraina eru høvuðsorsøkin til vantandi álitið, heldur Mikkel Rosenvold.

Haraftrat hava mongu ukrainsku dronuálopini, sum hava rakt mál inni í Russlandi, havt avleiðingar fyri russiska búskapin.

- At pengar fossa úr russisku bankunum er ein trupulleiki hjá Russlandi í krígnum móti Ukraina, sigur Mikkel Rosenvold.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542