Bæði vaktarskipini liggja

Bæði vaktarskipini liggja
Stórt umvælingararbeiði verður gjørt á Brimli, og nú er Tjaldrið komið inn við maskinbreki
Brimil og Tjaldrið við bryggju í Havn seinnapartin. Hvørki skipið kann loysa, Brimil er til umvælingar, og Tjaldrið hevur maskinbrek..
Mynd: Gestur Lómstein  
 
21.08.2026 - 16:42

-Enn vita vit ikki, hvussu álvarsligt maskinbrekið er á Tjaldrinum, men tað sær álvarsligt út, sigur Jóhan Simonsen, fyribilsstjóri á Vørn. 

Stórt viðlíkahalds- og umvælingararbeiðið verður í hesum døgum gjørt umborð á Brimli. Arbeiðið er mett at taka umleið 10 vikur. 

Hesa tíðina skal Tjaldrið røkja vaktar- og bjargingartænastuna hjá Vørn. Men fyrrakvøldið noyddist Tjaldrið inn við maskinbreki. 

Tjaldrið er 50 ára gamalt, og tí er trupult at útvega eykalutir til maskinuna. 

-Ja, tað kann gerast ein stórur trupulleiki, men enn vita vit ikki, hvussu umfatandi maskinbrekið er, sigur Jóhan Simonsen. 

Hoyr samrøðu við Jóhan Simonsen her:

Johan_Sim_kl_17

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andaktin
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507