Aron er seldur til Hearts

Aron er seldur til Hearts
Aron Benjaminsen er seldur til skotska felagið Hearts og spælir sín síðsta dyst fyri Víking á hesum sinni fríggjakvøldið ímóti HB, skilir Kringvarpið
Aron Benjaminsen skal spæla fyri Hearts í Skotlandi
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
24.08.2026 - 20:38

Aron Benjaminsen er seldur úr Víkingi til skotska felagið Hearts.

18 ára gamli høgri vongurin spælir sín síðsta dyst fyri Víking á hesum sinni fríggjakvøldið ímóti HB og verður tískil ikki við í steypafinaluni ímóti KÍ 5. september, skilir Kringvarpið.

Ikki er greitt, hvussu nógvan pening Víkingur fær fyri kvika vongin, men sum skilst er upphæddin niðanfyri eina millión krónur.

Áhugin hevur verið stórur fyri føroyinginum, sum hevur verið millum bestu álopsspælararnar í landinum hetta kappingarárið við níggju málum og átta uppleggum í Meistaradeildini, og síðstu dagarnar hava søgurnar um Hearts veruliga tikið dik á seg.

LES EISINI: Hearts vil hava Aron Benjaminsen

Sambært skotskum miðlum er Aron Benjaminsen funnin við hjálp frá Jamestown Analytics, sum arbeiðir við dátugrundaðari spælaraleiting fyri Hearts.

Hearts sær føroyska spælaran sum eina íløgu, ið kann mennast í skotskum fótbólti og seinni hava stórt virði fyri felagið, skrivar Edinburgh News.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364