140.000 fermetrar av náttúrulund

140.000 fermetrar av náttúrulund
Nú eru 10 ár síðani, tey fyrstu trøini vórðu sett niður í náttúrulundini við Streymin, og tey fyrstu eru nú oman fyri tveir metrar høg
Edmund Joensen er framvegis eldsálin í Nàttúrulundini við Streymin. Hann er glaður um, at hann ikki longur sær upp um tey hægstu trøini
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
25.08.2026 - 13:11

Edmund Joensen, gamli politikarin, hevur frá fyrsta degi verið eldsálin í Náttúrulundini við Streymin, sum er ein stór verkætlan, ið eitt sjálvsognarfelag við limum stendur fyri.

Edmund Joensen sigur, at verkætlanin hevur frá fyrsta degi fingið góða undirtøku. Gróðursetingin og annað er gjørt sjálvboðið. Annars hevur felagið fingið 15 milliónir kr. í stuðli frá danska náttúrugrunninum Aage V. Jensen. Fyri tað er høvuðsarbeiðið í lendinum gjørt.

- Eg eri stoltur, at eg ikki longur síggi upp um tey elstu trøini. Nú eru tey oman fyri tveir metrar, og tað gongur skjótt, sigur Edmund Joensen.

Felagið hevur keypt gamla garnavirkið á Oyrabakka, sum er í økinum, har náttúrulundin er sunnan fyri brúnna eysturoyarmegin. Arbeiðið at gera húsið klárt til undirvísing er nærum liðugt, og Skúlin við Streymin fer at hava ábyrgdina av húsinum. Ætlanin er, at skúlanæmingar kring alt landið skulu hava møguleika at koma hagar at fáa undirvísing um náttúruna og í náttúruni.

Edmund Joensen er fegin um, at fólk longu nú brúka lundina. Nógv ganga, og onnur renna í lundini fyri at fáa motión.

Annars kanst tú hoyra samrøðuna við Edmundi Joensen her:

1828616

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532