Strika krav

Strika krav
Mentamálaráðið ætlar at strika royndarfyrireikandi undirvísing í týskum sum upptøkukrav fyri at søkja á hugbreyt í gymnasialum miðnámi 
Nú verður týskt strikað sum upptøkukrav.
 
26.08.2026 - 06:30

Mentamálaráðið ætlar at strika royndarfyrireikandi undirvísing í týskum sum upptøkukrav fyri at søkja á hugbreyt í gymnasialum miðnámi. 

Uppskot um tað er sent til hoyringar.

Kravið um royndarfyrireikandi undirvísing í týskum kom í 2023.

Nógv færri søkja nú á hugbreyt. Tey vóru 154 í 2022, 88 í fjør og í ár bara 73.

Mentamálaráðið sigur tað vera sannlíkt, at upptøkukravið um týskt hevur gjørt, at næmingar velja búskaparbreytina heldur enn hugbreytina.

Ikki grundað á fakligan áhuga, men fyri at sleppa undan kravinum um týskt. 

Næmingar, sum annars hava sterkan fakligan og persónligan áhuga fyri hugvísindum, fáa ikki møguleika at søkja inn á hugbreytina, valdu teir ikki týskt í fólkaskúlanum. 

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, sigur, at samgongan hevur sett sær fyri, at upptøkukrøvini frá fólkaskúla til miðnám skulu endurskoðast. 

Málið er, at somu upptøkukrøv vera fyri allar gymnasialu breytirnar, so lokið fólkaskúlaprógv gevur atgongd til allar breytirnar í miðnámi. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672