Føroyingarnir góða byrjan í donsku kappingini

Føroyingarnir góða byrjan í donsku kappingini
Maria P. Nólsoy var dagsins spælari fyri nýggja felagið København Håndbold, og Pauli Rasmussen skoraði fýra mál í sínum fyrsta dysti fyri Ringsted
Maria P. Nólsoy varð kosin dagsins spælari fyri København Håndbold í fyrsta umfari av landskappingini
Mynd: København Håndbold  
 
27.08.2026 - 10:22

Føroyingarnir í bestu donsku hondbóltsdeildunum hava í stóran mun fingið góða byrjan upp á nýggja kappingarárið.

Maria P. Nólsoy, sum skifti úr Horsens til kreppurakta København Håndbold eftir seinasta kappingarár, gjørdi bart í fyrsta dystinum fyri nýggja felagið.

Føroyski landsliðsspælarin skoraði sjey mál og legði upp til seks í 30-29 sigrinum á Sønderjyske. Afturfyri varð hon kosin til dagsins spælara.

Skotarmurin hjá Janu Mittún var ikki rætt stillaður - bakspælarin skoraði tvey mál upp á seks royndir, men kundi fegnast um sannførandi 33-21 útisigur á Horsens.

Marita Mortensen fekk somu úrtøku í prosentum. Hon skoraði eitt upp á trý í nýggjum umstøðum, tá Nykøbing Falster hølvaði Skanderborg av, hóast Rakul Wardum í málinum bjargaði heili 14 av 26 skotum. Føroyski landsliðsmálverjin varð dagsins spælari fyri heimaliðið.

 


Óli Mittún og GOG fingu góða byrjan við heimasigri á Skjern. (Robert Wengler/Ritzau Scanpix)

 

Pauli í gongd fyri Ringkøbing

Pauli Rasmussen fekk nógva spælitíð fyri nýggja felag sítt, TMS Ringsted, sum tapti 40-34 ímóti Jóhan á Plógv Hansen og SAH. Ungi bakkurin skeyt eisini fýra mál, men misnýtti eisini fimm ferðir.

Jákup Egholm fekk ikki spælitíð fyri Ringsted, meðan Jóhan á Plógv Hansen skoraði seks ferðir fyri Skanderborg Aarhus. Ein annar føroyskur vongur, Magnus Árason, kom ikki á vøllin fyri sítt nýggja felag, Mors-Thy, sum tapti fyri Ribe Esbjerg.

Týsdagin spældu Óli Mittún og GOG. Føroyingurin spældi ein góðan dyst við fýra málum og seks uppleggum, tá fjónliðið vann 35-29 á Skjern, sum væntandi verður kappingarneyti um fremstu plássini í deildini.

Nýggja felagið hjá Teis Horn Rasmussen, TTH Holstebro, spælir sín fyrsta dyst í kvøld ímóti Bjerringbro-Silkeborg. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329