ÍSF fer ikki upp í málið um staðseting av súkklubreyt

ÍSF fer ikki upp í málið um staðseting av súkklubreyt
Hvørki ÍSF ella oyggjaleikasamskipanin vilja gera viðmerkingar til málið, meðan tað verður viðgjørt politiskt
Tað er framvegis ógreitt, hvar fjallasúkklubreytin verður. Men ætlanin at gera hann við Vesturvarða oman fyri Havnina er slept.
 
03.09.2026 - 18:00

Tað er framvegis ógreitt, hvar fjallasúkklubreytin á oyggjaleikunum næsta ár skal vera.

Ætlanin um at gera súkklubreyt við Vesturvarða oman fyri Havnina hevur mist meirilutan í Tórshavnar býráð, og kommunan arbeiðir nu við øðrum møguleikum. 

 


Elin Heðinsdóttir Joensen. 

 

Men hvørki ÍSF ella oyggjaleikasamskipanin vilja siga, hvat hetta merkir fyri fjallasúkklukappingina á Oyggjaleikunum.

- ÍSF hevur onga ítøkiliga viðmerking, og vit fara ikki upp í málið, fyrr enn greið avgerð er tikin um staðsetingina.

Tað sigur sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.

Hon leggur aftrat, at málið er politiskt, og at tað liggur hjá Sersambandinum fyri súkkling og triathlon, fjallasúkklarunum og Tórshavnar kommunu.

Tað sama sigur Solby A. Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari. Hon hevur onga viðmerking til málið, meðan tað verður viðgjørt.

 


Solby A. Christiansdóttir.

 

Vilja heldur einki siga um avleiðingar

Kringvarpið hevur spurt bæði ÍSF og yggjaleikasamskiparan, um henda støðan kann fáa avleiðingar fyri fjallasúkklukappingina, og um kappingin í ringasta føri verður strikað av skránni.

Men heldur ikki har fæst nakað ítøkiligt svar.

 


Elsa Berg. 

 

Tað er tó ikki ein støða, sum Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sær fyri sær.

Borgarstjórin segði soleiðis við Kringvarpið í útvarpstíðindinum í gjár:

 

03092026_Elsa_2

 

Men júst, hvar tann loysnin skal vera, er enn ógreitt.

Ætlanin um súkklubreytina við Vesturvarða skal endurskoðast, og aðrir møguleikar skulu kannast. Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur alment, er Húsahagi.

Mentamálanevndin hevur fund málið í næstu viku. upplýsir Elsa Berg.

Og meðan býráðið roynir at finna staðseting til súkklubreytina, bíða bæði ÍSF og oyggjaleikasamskipanin við at taka støðu til, hvussu verður við súkklukappingini á oyggjaleikunum næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809