Betri banki 141 milliónir í avlopi fyrra hálvár

Betri banki 141 milliónir í avlopi fyrra hálvár
Bankin væntar, at avlopið í ár verður millum 270 og 290 milliónir kr.
Innlánini í Betri banka eru økt 200 mió. kr og útlánini 400 mió. kr. í fyrra hálvári.
 
07.09.2026 - 08:09

Betri banki hevði 141 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fyrra hálvári.

Hetta er so gott, at leiðslan hevur endurskoðað metingina fyr 2026.

Við árslok 2025 var metingin millum 180 og 220 mió. kr. í avlopi eftir skatt.

Nú er hon millum 270 og 290 milliónir.

Innlánini eru økt 200 mió. kr og útlánini 400 mió. kr. fyrra hálvár.

Íløgurnar hava givið gott avkast, og útreiðslurnar eru á nærum sama stigi sum í 2025.

Fíggjarstøðan hjá Betri banka javnvigar við 14 milliardum og 37 milliónum krónum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334