- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesa tekst, men skilja ikki innihaldið
Lesa tekst, men skilja ikki innihaldið
- Føroyskir næmingar eru ikki serliga stinnir at lesa. Teir klára kanska at lesa tekstin, men hava trupult at skilja innihaldið.

Oddfríður Marni Rasmussen, lærari á Skúlanum á Fløtum í Havn
09.09.2026 - 11:40
Tað sigur Oddfríður Marni Rasmussen, lærari í hádeildini á skúlanum á Fløtum í Havn, nú nýggja PISA-kanningin staðfestir, at nærum annarhvør næmingur dugir alt ov illa at lesa og skilja tekst.
Í gjár var PISA-kanningin frá 2025 løgd fram.
Føroysku næmingarnir fingu 428 stig í lesing. Tað eru 19 stig færri enn í 2022, og heili 42 stig færri enn í 2015.
Jastrid á Dalbø, lærari í Fuglafjarðar skúla.
Børn lesa ov lítið
Jastrid á Dalbø, lærari í hádeild í Fuglafjarðar skúla, kennir eisini til trupulleikan.
Hon sigur, at tað enska ávirkar nógv
- Tað eru nógv børn, sum lesa ov lítið, og tí má meira gerast fyri at fáa børn at lesa, sigur Jastrid á Dalbø.
1831277
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























