Martin Jarnskor skal bjarga B68

Martin Jarnskor skal bjarga B68
B68 er sætta felagið, sum hevur sett nýggjan venjara í Meistaradeildini í ár. Nýggjur venjari er Martin Jarnskor, sum fær úr at gera
Martin Jarnskor (t.h) og Pedro Taracon Anton (t.v) skulu bjarga B68
Mynd: B68  
 
11.09.2026 - 14:24

B68 hevur boðað frá, at Martin Jarnskor verður nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum. Hann avloysir Alexandar Jovevic, ið bleiv loystur úr starvi eftir at B68 tapti á Skála. Hjálparvenjari verður Pedro Taracon Anton.

 

B68 liggur í løtuni á aftasta plássi í Meistaradeildini við 16 stigum. Tað eru fýra stig upp til niðurflytingarstrikuna. Hetta er sættu ferð í ár, at eitt lið í Meistaradeildini skiftir venjara.

 

Hini eru KÍ, HB, B36, Skála og 07 Vestur. Serliga Skála og 07 Vestur hava verið í somu støðu sum B68. Tey berjast fyri at sleppa undan niðurflyting. Á Dungasandi tók Tór-Ingar Akselsen við eftir Michael Schønberg og á Skála tók Poul N. Poulsen við eftir Paula Poulsen.

 

Felags fyri nýggju venjararnar er, at teir kenna felagið væl, men hava ongar royndir sum venjarar í Meistaradeildini. Martin Jarnskor hevur verið venjari hjá næstbesta liðnum hjá B68. Hann hevur vánaligastu kortini á hondini. B68 er aftast við 16 stigum. 07 vestur hevur 18 stig á 9. plássi og Skála hevur klórað seg upp á 7. pláss við 21 stigum.

 

 

 

 

Hini venjaraskiftini hava verið í ovara hálvu av stigatalvuni. Lukasz Cieslewicz tók við í HB, tá André Olsen fór frá. Í B36 legði Jákup Martin Joensen kongin. Ítróttarstjórin, Jákup á Borg, hevur fyribils tikið við. Og so er Fróði Benjaminsen, ið hevur tikið yvir í Klaksvík.

 

Tað verður fult umfar í Meistaradeildini um vikuskiftið. Longu í kvøld er B68 á vitjan á Argjum. Hinir dystirnir eru sunnudagin. Kringvarpið sigur frá dystinum millum NSÍ og Víking, sum verður sunnudagin klokkan 17.15. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161