Meistaradeildin menn

B68 er sætta felagið, sum hevur sett nýggjan venjara í Meistaradeildini í ár. Nýggjur venjari er Martin Jarnskor, sum fær úr at gera

Tað verður fyrrverandi spælarin og hjálparvenjarin í felagnum, Tór-Ingar Akselsen, ið tekur við sum høvðusvenjari

Fyri triðju ferð verður roynt at fáa dystin í Meistaradeildini við monnum millum Víking og HB spældan, og aftaná verður lutakast til steypakappingina

Ársins fyrsti dystur í Meistaradeildini hjá monnum, sum verður millum AB og B68, er fluttur til leygardagin 7. mars klokkan 16:45

Fimm nýggir útlendskir spælarar eru komnir til føroysku kappingina seinastu dagarnar. NSÍ, B68 og EB/Streymur hava styrkt sær hópin

Nógv bendir á, at NSÍ ætlar sær at bjóða av í toppinum av føroyskum fótbólti í ár. Umframt Viljorm Davidsen, so hevur felagið eisini fingið Nikola Kovacevic

Torgeir Børven er fyrrverandi toppskjútti í bestu norsku deildini. Hann skal komandi ár skjóta síni mál fyri B36. - Eg havi fingið eina sera góða heildarfatan av B36

KÍ hevur keypt Dávid Reynheim frá Torino. Hetta hendir sama dag, sum KÍ hevur gjørt sáttmála við 28 ára gamla norska áleyparan Erlend Hustad

Tað hevur itið Formuladeildin, Vodafonedeildin, Effodeildin og Betrideildin. Nú fara bestu deildirnar í fótbólti at eita meistaradeildin