NSÍ tekur avgerðina hjá FSF til eftirtektar

NSÍ tekur avgerðina hjá FSF til eftirtektar
Fótbóltsfelagið fekk ikki viðhald í klagu um hendingina í dystinum móti AB við Løkin
Petur Knudsen, sum her roynir seg við einum álopi, var útvístur í dystinum móti AB við Løkin næstseinasta vikuskifti.
Mynd: Hjalmar Johan Juul  
 
11.09.2026 - 13:41

- Vit taka avgerðina hjá Fótbóltssambandinum til eftirtektar. 

Tað sigur Karsten Joensen, formaður í NSÍ, nú fótbóltsfelagið ikki fekk viðhald í klagu síni um hendingina í dystinum móti AB við Løkin næstseinasta vikuskifti, har liðskiparin, Petur Knudsen, varð vístur av vølli.

Petur Knudsen fekk seinna gula kortið fyri sjónleik, og varð vístur av vølli:

 

11092026_Nsi_1

 


Karsten Joensen er formaður í NSÍ. (Mynd: Hjalmar Johan Juul)
 

- Vit hava ikki heimild til at koyra klagur um avgerðir hjá dómarum um gul kort víðari í skipanini hjá okkum.

Tað sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum, Kristin Dam Ziska:

 

11092026_NSI_2


 
NSÍ heitti í klaguni á FSF um at viðgera málið um seinna gula kortið sum skundmál, tí Petur Knudsen er leikbannaður í dystinum ímóti Víkingi nú sunnudagin. 

Avgerðin hjá FSF kemur tí illa við hjá NSÍ, sigur formaðurin:

 

11092026_NSI_3


 
Dysturin millum NSÍ og Víking verður sunnudagin kl. 17.15

NSÍ er á odda í meistaradeildini við 44 stigum. 

KÍ hevur 41 stig, og HB er á triðja plássi við 37 stigum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391