Vørn verður við í hernaðarvenjingum

Vørn verður við í hernaðarvenjingum
Eitt skip verður leigað til venjingina, tí bæði vaktarskipini liggja
 
15.09.2026 - 13:00

Vørn verður við í hernaðarvenjingunum í Vestmannasundi næstu vikurnar, sjálvt um bæði Brimil og Tjaldrið liggja í løtuni.

Annað skip er funnið til høvið, og tað er uppsjóvarskipið Vestmenningur. 

Í gjár sendi Vestmanna kommuna kunning út um, at økt virksemi verður á havnarøkinum í Vestmanna í sambandi við hernaðarvenjingina Lion Protector 2026.

Rætting kl. 16.45
Vit hava eina rætting frá Uttanríkis- og fiskimálaráðnum í sambandi við hernaðarvenjingina í Vestmannasundi næstu vikurnar.

Í tíðindunum á middegi í dag segði Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, í samrøðu við útvarpið, at fiskiskipið Vestmenningur skuldi leigast í samband við, at bæði føroysku verjuskipini, Brimil og Tjaldrið, liggja fyri tíðina. Tað er ikki rætt.

Nú er upplýst, at tað er danska verjan, sum skal leiga eitt skip, og Vestmenningur er eitt av skipunum, sum hevur verið nevnt.

So vítt, sum Uttanríkis- og fiskimálaráðið veit, so er eingin avtala gjørd enn, og tí ber heldur ikki til at siga, hvat skip verður leigað.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15092026_Vorn_og_Vestmenningur
 
 
 
 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860