Ung um PISA: Vit tóku ikki kanningina í álvara

Ung um PISA: Vit tóku ikki kanningina í álvara
Næmingarnir eiga at fáa betri kunning um, hvat PISA skal brúkast til. Tað siga serfrøðingarnir, sum skriva og greina PISA-kanningina. Tey ungu tóku ikki kanningina í álvara
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.09.2026 - 12:00

Fleiri av teimum ungu, sum vóru við í PISA-kanningini, siga, at tey ikki tóku kanningina í álvara. Tey vistu ov lítið um, hví tey skuldu gera hana, og fleiri upplivdu spurningarnar sum løgnar og óvanligar.

Tað kom fram í Morgunsendingini, har ung, sum luttóku í PISA-kanningini, vórðu spurd um sína uppliving.

- Vit fingu at vita, at tað var ein eyka kanning, sum vit skuldu gera, og eingin tímdi hana. Øll skundaðu sær bara at gera hana, so vit sluppu heim, segði ein næmingur.

Fleiri av teimum ungu vístu eisini aftur myndini av, at tey ikki skilja tað, tey lesa. Tey hildu heldur, at ein orsøk til vánaliga úrslitið kann vera, at nógv ikki gjørdu sær nóg góðan ómak.

Kunnu ávirka úrslitið
Ingi Højsted, lektari og granskingarleiðari, og Erla Olsen, lektari í lívfrøði og náttúrulærufrøði á Námsvísindadeildini, hava greinað PISA-úrslitini.

Tey halda tað vera ørkymlandi, at næmingarnir ikki taka kanningina í álvara, tí tað kann ávirka myndina, sum PISA gevur av førleikunum hjá føroyskum næmingum.

Hetta er tó ikki bara eitt føroyskt fyribrigdi. Sama mynstur sæst í øðrum Norðurlondum.

Sambært granskarunum eigur meira tí at verða gjørt burtur úr at greiða næmingunum frá, hví PISA verður gjørt, og hvat úrslitini verða brúkt til.

Løgnu spurningarnir hava eitt endamál
At fleiri næmingar halda PISA-spurningarnar vera løgnar, er eisini áhugavert.

PISA kannar ikki bara, um næmingarnir duga at lesa og rokna. Kanningin roynir eisini at máta, um teir duga at brúka sínar førleikar í støðum í veruliga lívinum.

Í lesing skulu næmingarnir til dømis kunna finna upplýsingar, meta kritiskt um teir og samanbera ymiskar tekstir. Í støddfrøði skulu teir ikki bara duga at rokna, men eisini brúka støddfrøðina til at loysa ítøkiligar trupulleikar.

Um føroyskir næmingar ikki eru vanir við slíkar uppgávur, kann tað vera ein orsøk til, at PISA-spurningarnir kennast fremmandir.

Og júst her kann PISA brúkast sum amboð til at hyggja at sjálvari skúlaskipanini.

- Tað, sum er umráðandi, er, at mann brúkar hetta sum eitt amboð til at meta um skúlaskipanina, segði Ingi Højsted.

Hoyr alla samrøðuna í GMF her.

1832993

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860