Skiparin á Gøtunesi: Siglandi tjóð eigur at hava vaktarskip

Skiparin á Gøtunesi: Siglandi tjóð eigur at hava vaktarskip
Gøtunes sleipaði um vikuskiftið íslendska farmaskipið Arnarfell. Tað kann ganga hálvt ár, til Tjaldrið aftur verður tøkt sum vaktar- og bjargingarskip
Bæði vaktarskipini liggja. Brimil, sum er til eftirlit, verður tøkur um hálvan oktober, og tað kann ganga eitt hálvt ár, til Tjaldrið aftur verður tøkt.
 
22.09.2026 - 10:54

- Tað er gott at kunna líta á hvønn annan, tá á stendur, men hetta er als ikki nøktandi skipan.

Tað sigur Arngrím Hansen, skipari á Gøtunesi, sum um vikuskiftið sleipaði íslendska farmaskipið Arnarfell, ið hevði fingið maskinskaða einar 72 fjórðingar úr Akrabyrgi.

 


Gøtunes.

 


Arnarfell. (Mynd: Samskip)

 

- Man er altíð klárur at hjálpa hvørjum øðrum, og sleipið gekk væl, men eg haldi ikki, at tað er nøktandi fyri tjóðina. Vit kalla okkum eina fiskivinnutjóð, eina siglandi tjóð, og tað er avgjørt ikki nøktandi, haldi eg, sigur Arngrím Hansen.  

Hvørki av vaktarskipunum er tøkt í løtuni. 

Brimil verður ikki tøkur fyrr enn hálvan oktober, og tað fer helst at ganga eitt hálvt ár ella meir, til Tjaldrið aftur fer at røkja vaktar- og bjargingartænastu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22092026_Gotunes_sleipar

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101