- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leita eftir skipi fyri Ango

Í eina tíð hava eigararnir av Ango, Heri Godfred og aðrir, og eigararnir av partafelagnum 7. mai 2026, Hjarnar K. Dalsgaard og aðrir, leitað eftir øðrum skipi fyri Ango.
Ango var seldur til Marokko herfyri fyri 44 milliónir krónur.
Kappingareftirlitið góðtók fyri einum mánaði síðani samanleggingina av tveimum og einum hálvum reiðaríi.
Reiðaríini Ango í Vági, Gráastein í Havn og helvtin av reiðarínum Kinnfelli í Miðvági - sum fór í tvíningar - bóðu í summar um loyvi at leggja saman.
Gráastein tók seg burturúr
Men tá ið góðkenningin var fingin, tók Gráastein við skipinum Biritu seg burtur úr samstarvinum. Tískil eru tað bara Ango í Vági og helvtin av Kinnfelli, partafelagið 7. mai 2026, sum leggja saman.
Av tí at feløgini einki skip hava í løtuni, eru loyvini, sum felagið hjá Hjarnari K. Dalsgaard skal hava, fyribils flutt yvir á útróðrarbátin Gudrun, sum nýstovnaða felagið hevur keypt.
5.000 tons av svartkjafti eftir
Sambært Vørn eru góð 5.000 tons av svartkjafti eftir at fiska hjá felagnum 7. mai 2026. Sildakvotan og makrelkvotan eru mest sum uppfiskaðar.
Ango hevur 1480 tons eftir at fiska av svartkjafti, meðan makrelkvotan og sildakvotan stórt sæð eru fiskaðar.
Kvotan hjá Ango liggur á Jupiter.
Ætla at fáa annað skip
- Vit hava í eina tíð hugt at øðrum skipi, men eingin avgerð er tikin enn. Nær vit fara at keypa, veit eg ikki, men vit ætla avgjørt at fáa annað skip, sigur Hjarnar K. Dalsgaard í stuttari viðmerking.
Eigararnir eru í løtuni uttanlands og hyggja at skipum


























