- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirlit á 14 stovnum hjá Almannaverkinum

Námsfrøðiligt eftirlit verður á 14 stovnum hjá Almannaverkinum í ár.
Seks vóru í vár, og átta verða í heyst.
Eftirlitini í vár vóru í sambýlunum í Hóvabrekku, á Kelduskákinum, í Torfinsgøtu og í Garðsgøtu.
Eftirlit vóru eisini í frítíðar- og klubbtilboðnum á Frúutrøð og í frítíðartilboðnum í Gerðagøtu.
Frágreiðingarnar um hesi eftirlit eru latnar Almanna- og Bústaðamálaráðnum og sendar pørtunum.
Samandráttir av eftirlitsfrágreiðingunum og viðmerkingarnar frá Almannaverkinum eru á heimasíðuni abmr.fo
Endamálið við eftirlitinum er at tryggja, at tilboðini og tænasturnar virka sambært endamáli og virkisætlan.
Endamálið er eisini, at tey, sum fáa tilboð og tænastur, trívast og mennast, at hølisviðurskiftini eru hóskandi, og at fakliga støðið hjá starvsfólkunum er í lagi.
Menning.info hjá Jóhannesi Miðskarð ger eftirlitini.




























