Hans Ellefsen: Tann ótroyttiliga røddin

Hans Ellefsen: Tann ótroyttiliga røddin
"Tað felags besta" er at skapa so nógv virði sum gjørligt og samstundis hyggja at, hvussu virðini verða býtt, sigur Hans Ellefsen, sum fekk miðlaheiðurslønina
Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, fekk miðlaheiðurslønina hjá Granskingaráðnum
 
30.09.2026 - 12:06

- Eg broyti ikki niðurstøðu, tí onkrum ikki dámar hana.

Soleiðis sigur Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, lektari og varadekanur á Fróðskaparsetri Føroya. Í síðstu viku fekk hann ársins miðlaheiðursløn hjá Granskingarráðnum.

– Eg haldi ikki, at gransking bara skal enda í vísindaligum tíðarritum. Hon skal eisini út í samfelagið og vera partur av almenna kjakinum.

Í grundgevingini fyri at geva Hans Ellefsen miðlaheiðurslønina verður millum annað víst á, at Hans Ellefsen í mong ár hevur verið ein týðilig faklig rødd í kjakinum um fiskivinnubúskap og hevur hildið fast við sínar fakligu niðurstøður, eisini tá tær hava gingið ímóti sterkum áhugamálum.

Sjálvur ger hann ikki so nógv burtur úr mótstøðuni.

– Um onkur vísir mær, at mínar útrokningar og niðurstøður eru skeivar, so skal eg sjálvandi broyta tær. Soleiðis skal gransking virka. Men eg fari ikki at broyta niðurstøðu bara tí, at onkrum ikki dámar hana.

Serliga hevur Hans Ellefsen gjørt vart við seg í kjakinum um tilfeingisrentu og virðið á føroysku náttúrutilfeingunum. Hann heldur, at samfelagið kundi fingið nógv meira burtur úr fiskiríkidøminum, og hevur áður mett, at stór virði á hvørjum ári ikki verða tikin inn sum tilfeingisrenta. Ella leiga, sum tað í grundini merkir.

– Vit hava nøkur ómetaliga virðismikil náttúrutilfeingi, men vit hava ikki funnið eina nóg góða skipan fyri, hvussu virðið av teimum verður býtt, sigur Hans Ellefsen.

Í samrøðuni greiðir hann eisini frá, hví hann valdi búskaparfrøði, hví fiskivinnan gjørdist hansara serøki, og hvat fær hann at halda fram í almenna kjakinum, hóast orðaskiftið viðhvørt kann vera hvast og áloypandi.

Hoyr alla samrøðuna við Hans Ellefsen í Góðan morgun Føroyum.

a_2290-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846