Kringvarpið sendir handanina av M.A. Jacobsens virðislønunum beinleiðis

Kringvarpið sendir handanina av M.A. Jacobsens virðislønunum beinleiðis
M.A. Jacobsens virðislønirnar verða handaðar í auluni í Finsen í dag kl. 17, og handanin verður send og stroymd beinleiðis í sjónvarpinum og her á heimasíðuni
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen  
 
01.10.2026 - 13:35

Fyri fyrstu ferð í nógv ár verða virðislønir M.A. Jacobsens ikki latnar í Müllers pakkhúsi.

Í ár verða tær latnar í auluni í Finsen klokkan 17 í dag. 

Onnur broyting er, at barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs nú eitur M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan. 

Fýra virðislønir verða latnar, og tær eru 75.000 krónur hvør:

  • M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir
  • M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir 
  • M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik
  • M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan (áður barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs)

Kvinnukórið Fljóðljóð syngur, og Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráði, bjóðar vælkomin.

Elsa Berg, borgarstjóri, handar virðislønirnar. 

Kringvarp Føroya sendir handanina beinleiðis í sjónvarpinum, umframt at hon verður stroymd her á heimasíðuni klokkan 17. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860