- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit gita: Hetta verður liðið móti Kasakstan

Føroyska landsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan Nations League-dystinum móti Kasakstan. Føroyska ferðalagið fór leygarmorgunin úr Vágum til Keypmannahavnar, og síðani víðari til høvuðsstaðin í Kasakstan, Astana.
Tað bleiv flogið beinleiðis í leiguflúgvara, men rutan bleiv longd, tí flogið bleiv runt um russiskt loftrúm. Eftir sjey og ein hálvan tíma komu spælararnir fram á miðjari nátt lokala tíð í Astana, sum er fýra tímar frammanfyri.
Sunnudagurin fór við at koma fyri seg. Fótbóltsvenjingin bleiv vald frá og spælararnir vandu í styrkihøli. Á Radisson Blue gistingarhúsinum fingið miðlarnir høvi at gera nakar samrøður. Kringvarpið tosaði við Jóannes Bjartalíð, sum til dagligt spælir við FC Kyzylzhar í Kasakstan.
LES EISINI: Vit ferðast alla tíðina
Í hevur verið venjing á Astana Arena. Hetta er ein framkomin leikvøllur við grasslíki. Í vetrarhálvuni er tak á leikvøllinum. Fleiri av spælarunum vóru eisini hugtiknir, tá teir komu á vøllin og sóu leikvøllin. Tað er pláss fyri 30 túsund áskoðarum, men tað verður væntandi ikki fleiri enn tíggju túsund til dystin í morgin.
Undan venjingin var tíðindafundur. Við einum kasaka á liðnum í Jóannesi Bjartalíð, so var tað eitt upplagt høvi at geva hinum debut til tíðindafund hjá manslandsliðnum. Tað var rímiliga stórur áhugi fyri føroyska liðnum og hvussu Føroyar kunnu klára seg so væl millum kasakisku tíðindafólkini.
Aftaná fingu miðlarnir høvi at tosa við Eyðun Klakstein, landsliðsvenjara, Poul Kallsberg og Samuel Chukwudi. Vanliga verður tikið til at spælararni, sum eru tøkir á tíðindafundinum, eisini byrja inn. Soleiðis er ikki heilt á hesum túrinum. Tað gav landsliðsvenjarin sær stundir at siga í samrøðuni við Kringvarpið.
Vit gita
Tað hava verið fleiri broytingar á liðnum millum tríggjar teir fyrstu dystirnar, men hesa ferð eru fýra dagar í millum. Tað gevur spælarunum betri møguleikar at koma fyri seg. Tí verða væntandi færri broytingar til hendan dystin.
Tað er tveir spælarar, sum hava spælt allar minuttirnar. Teir eru Mattias H. Lamhauge, málverji, og miðverjin Gunnar Vatnhamar. Teir byrja óiva inni í morgin. Tað sama ger Odmar Færø, men tað skal ein nýggjur í miðverjuna fyri Andrias Edmundsson.
LES EISINI: Eitt stórt fet upp
Her eru tríggir møguleikar. Samuel Chukwudi fekk møguleikan í Moldova og er ein spælari fyri framtíðina. Viljormur Davidsen er úttikin sum miðverji, men hevur fingið sínar minuttir sum vongbakkur. Triði møguleikin er Heini Vatnsdal, sum enn ikki er komin á vøllin. Vit gita, at tað verður Samuel Chukwudi, sum byrjar inni, men tað er ikki óhugsandi at hini báðir eru í spæl at koma inn í dystinum. Viljormur Davidsen á vongbakkinum um vit eru á odda, og Heini Vatnsdal um orkan gongur undan hjá Gunnari Vatnhamar ella Odmari Færø.
Á miðjuni verður tað Géza Dávid Turi og Jóannes Bjartalíð. Hanus Sørensen spælir tá hann kann, men tað er ein spurningurin hvør verður í høgru. Her eru tvey uppskot. Áki D. Samuelsen ella Poul Kallsberg. Áki D. Samuelsen byrjaði á bonkinum seinast, men gjørdi mun tá hann kom inn. Poul Kallsberg spældi seg ikki av liðnum, men kanska skal hann vera varamaður hjá Peturi Knudsen í álopinum, nú Adrian Justinussen ikki er við.
Vit gita: Føroyar (5-4-1)
Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Samuel Chukwudi, Martin Agnarsson – Áki D. Samuelsen, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð, Hanus Sørensen – Petur Knudsen



























