Fólkatingsárið byrjar í dag

Fólkatingsárið byrjar í dag
Fólkatingssetan 2026 byrjar í dag, sum vant fyrsta týsdag í oktober
Fólkatingssalurin.
 
06.10.2026 - 06:34

Fólkatingssetan 2026 byrjar í dag, sum vant fyrsta týsdag í oktober.

Byrjað verður við gudstænastu í Christiansborg Slotskirke.

Fólkatingið verður sett klokkan ellivu okkara tíð.

Í ár setur Lars Løkke Rasmussen fólkatingið. Hann hevur verið fólkatingslimur í 32 ár.

Síðani verður formansskapurin og tingskrivarar valdir.

Ætlanin er, at Henrik Frandsen í flokkinum Moderatarnir skal veljast til formann.

Og so heldur Mette Frederiksen, forsætisráðharri, setanarrøðuna um støðuna í ríkinum.

Løglistin verður eisini lagdur fram. 

Setanarrøðan verður viðgjørd hósdagin.

Nevndirnar vera valdar í morgin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672