Senatorar: Diesel-avtalan hjá Trump er ólóglig

Senatorar: Diesel-avtalan hjá Trump er ólóglig
Avtalan stríðir móti lógini, tí kongressin samtykt innflutningbann móti Russlandi eftir innrásina í Ukraina í 2022, siga senatorarnir
Donald Trump hevur gjørt avtalu við Vladimir Putin um at lata USA diesel-olju, men tað er ólógligt, siga fleiri amerikanskir senatorar.
Mynd: Saul Loeb/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.10.2026 - 08:13

Sjey amerikanskir senatorar, bæði republikanarar og demokratar, halda, at diesel-avtalan hjá Donaldi Trump, forseta, við Russland er brot á eina samtykt í kongressini.

Í fráboðan í gjár settu senatorarnir spurnatekn við, um avtalan er lóglig, og vístu á amerikanska innflutningsbannið, sum var sett í verk, tá Russland hevði gjørt innrás í Ukraina í 2022.

- Kongressin bannaði beinleiðis russiskum orkuinnflutningi í 2022 fyri at forða fyri, at amerikanskir dollarar fíggja ógvusliga kríggið hjá Putin móti Ukraina, siga senatorarnir í fráboðanini.

- Kongressin sigur greitt: USA skal ikki innflyta olju úr Russlandi, fyrr enn landið gevst við áganginum móti Ukraina og gevst við at hótta okkara NATO-sameindu, skriva tey.

 

Stríðir móti lógini

- Avgerðin hjá Trump, forseta, at loyva russiskum diesel-innflutningi til USA er í beinleiðis stríð við lógina. Umsitingin hevur heldur ikki samráðst við kongressina, ella grundgivið fyri avgerðini, soleiðis sum lógin krevur, skriva senatorarnir.

Demokratisku senatorarnir, Jeanne Shaheen, Richard Blumenthal og Ron Wyden, umframt fýra republikanskir senatorar, Susan Collins, Lisa Murkowski, John Curtis og Thom Tillis, hava skrivað undir yvirlýsingina.

Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent, hevur í samrøðu við Fox News vissað um, at avtalan kann setast í verk við lógarheimildunum, sum umsitingin hevur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891