- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kostnaður og óvissa halda fólki aftur í orkuskiftinum

Føroyingar eru sum heild jaligir um grøna orkuskiftið, men hóast viljin er til staðar, eru tað framvegis fleiri forðingar, sum gera, at fólk bíða við at skifta til grønar orkuloysnir.
Tað vísir ein nýggj kanning, sum SEV legði fram á ráðstevnuni Varandi heimur í Norðurlandahúsinum í dag.
Umleið 900 fólk hava svarað kanningini, sum lýsir hugburðin hjá føroyingum til orkuskiftið.
Líknandi kanningar vórðu gjørdar í 2019 og 2023, og tí ber eisini til at síggja, hvussu hugburðurin hevur broytt seg seinastu árini.
Kanningin vísir millum annað, at tey, sum longu hava skift frá olju til aðra hitaskipan, sum heild eru nøgd við avgerðina.
Men hjá teimum, sum enn ikki hava lagt um, eru serliga kostnaðurin og vantandi vitan um grønar orkuloysnir forðingar.
Sambært Eydnu Joensen, samskiftisfólki hjá SEV, er tí tørvur á átøkum, sum kunnu minka um óvissuna og gera fólk tryggari, tá tey skulu taka avgerð um at skifta hitaskipan.
Hoyr innslagið í útvarpstíðindunum:



























