Endaspurturin uppundir miðskeiðisvalið í USA byrjaður

Endaspurturin uppundir miðskeiðisvalið í USA byrjaður
Týsdagin skulu amerikanarar gera av, hvør fær meirilutan í Kongressuni, sum er lóggávutingið í USA
Mynd: Brian SnyderReutersRitzau Scanpix  
 
01.11.2026 - 18:19

Endaspurturin uppundir miðskeiðisvalið í USA er byrjaður.

Týsdagin skulu amerikanarar gera av, hvør fær meirilutan í Kongressuni, sum er lóggávutingið í USA.

Veljast skulu umboð í bæði kømrini í Kongressini, sum eru umboðsmannatingið og senatið.

Allir 435 sessirnir í umboðsmannatinginum standa fyri vali. Sentaið hevur 100 sessir, og 33 standa fyri vali.

Úrslitið av valinum kann fáa stóran týdning fyri politikkin hjá Donald Trump, tað sum eftir er av hesum forsetaskeiðnum.

Republikanararnir hava í løtuni meirilutan bæði í umboðsmannatinginum og senatinum, men veljarakanningar benda á, at deomikratarnir fáa meiriluta í umboðsmannatinginum eftir valið.

Meiri óvist er, hvør fær meirilutan í senatinum.

Fáa demokratarnir meirilutan í umboðsmannatinginum, kunnu teir steðga nýggjum lógaruppskotum hjá Donald Trump, eisini um republikanararnir varðveita meirilutan í senatinum.

Men tað er ikki bara lóggávuarbeiðið, sum kann gerast truplari hjá forsetanum.

Demokratarnir fáa eisini størri møguleika at kanna viðurskifti hjá Trump og stjórn hansara. Teir kunnu millum annað krevja skjøl útflýggjað og kalla fólk inn at greiða frá fyri tingnevndum.

Sambært amerikanska blaðnum The Washington Post fyrireika demokratarnir longu fleiri kanningar.

Millum annað ætla teir at kanna handilsvirksemið hjá familjuni hjá Trump, og um familjan hevur havt fíggjarligan vinning av, at hann er forseti.

Eisini ætla demokratarnir at kanna innflytarapolitikkin og hernaðarligar atgerðir hjá stjórnini.

Men hetta er tó ikki ókent fyri Donald Trump.

Tá demokratarnir vunnu meirilutan í umboðsmannatinginum á miðskeiðisvalinum í 2018, settu teir fleiri kanningar í verk av Trump og stjórn hansara.

Árið eftir varð ríkisrættarmál reist móti honum, men senatið fríkendi hann í 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890