- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skiftið

Skiftið er útvarpsrøð um skiftisár. Tíðin, sum kann vera buldraslig og kaotisk hjá nógvum kvinnum. Vit tosa við serfrøðingar, og føroyskar kvinnur siga frá sínum hugsanum og upplivingum við skiftisárum.
Sendingin hevur fingið heitið Skiftið, og hesin fyrsti parturin eitur rætt og slætt ‘Um skiftisár’. Tað er Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum, sum greiðir frá.

Skiftið
Ein poddrøð um skiftisárini hjá kvinnum. Eitt evni, sum ikki verður tosað so nógv um alment, men sum allar kvinnur so ella so skulu ígjøgnum.
Hvør partur hevur serfrøðingatátt, kvinnupanel við hugsanum og royndum, og innímillum fakta/tøl, sum verða kryddað eitt sindur.
Lagt til rættis: Elin Michelsen











