Málteigurin

Páskir eru fleirtal
29-03-2021
Høgtíðin, sum stendur fyri durum, eitur páskir. Eitt fleirtals orð, sum bendist eftir galdandi reglum, og tað eitur sostatt ikki páskini nærkast

Páskirnar eru fleirtal, og tí eitur tað páskirnar nærkast heldur enn páskini nærkast. 

Pálmasunnudagur, skírhósdagur, skírisdagur ella skertisdagur, langifríggjadagur, páskadagur og annar páskadagur. Reglan er, at allir halgidagar skrivast við lítlum uttan Kristi himmalsferðardagur. 

-ki, sigur /kji/ á føroyskum, men í orðinum, skimma, er tað ikki galdandi. Hví eitur tað skimma og ikki skjimma, spyr lurtari.

Tráeltari

Enska orðið, stalkari, eitur tráeltari á føroyskum, og har ræður um at leggja sær í geyma, at orðið onki ð hevur.

Tá og tá ið

Mong ivast í muninum á tá og tá ið. Elin Henriksen sigur, at ein máti at greiða frá muninum er, at 'tá' er tíðarhjáorð, og tað tilskilar okkurt, sum var, hendi ella varð ynskt í farnari tíð, øvut av 'nú'.

'Nú skínur sólin.' - 'Tá skein sólin.' - 'Tá skuldu tit verið har.'

'Tá ið' er sambindingarorð og verður nýtt at vísa til ein samanhang, eina treyt, ella nær eitthvørt er, hendir ella verður ynskt.

'Tá ið sólin skínur, er veðrið gott.'

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Lurtari spyr, nær vit brúka orðið, longur, og nær vit brúka orðið, longri. Mállærureglurnar eru greiðar, men ikki allir málfrøðingar eru samdir
15-05-2023
Tað er sera ymiskt, um fólk siga, hvat ella hvør er støðan, munurin og trupulleikin. Svarið er torskilt, tí tað er munur á spurnarfornøvnum og spurnarhjáorðum
08-05-2023
Bakið og ryggurin eru hvør sítt. Ryggurin er ryggjageislarnir, meðan bakið er uttaná
01-05-2023
Hóast bæði hiti og varmi eru gomul, norrøn orð, so er hiti meira góðkent enn varmi
24-04-2023
Føroyska orðið, danga, sum er skip í ringum standi, kemur av enska orðinum, 'danger'
17-04-2023
Enska orðið, 'baby', er trupult at lata í føroyskan málbúna. Vit vita ikki, hvat kyn orðið er, og harvið er óskil á bendingarmynstrinum
03-04-2023
Begynna og snakka og byrja og tosa vísa ymsar stíllegur og eru tvey dømi av mongum um, hvussu fjølbroytt føroyskt er
27-03-2023
Málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vilja varðveita sítt egna mál so reint sum møguligt og avmarka ávirkanina úr øðrum málum
20-03-2023
Tað hevði uttan iva verið nógv lættari hjá børnum at telja og at rokna, um vit søgdu fjøruti, fimmti, seksti og tvey hundrað og sjeytitrý, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-03-2023
Vit eiga nógv ymisk orð fyri fremmandaorðið, faktiskt, og tað hevði verið gleðiligt, um vit høvdu brúkt fleiri av teimum, heldur Elin Henriksen
06-03-2023
Hvítu kassarnir, sum vóru brúktir til brennivín fyrr, eru úr polystyren, men verða vanliga nevndir tundur ella flamingo millum føroyingar. Men tundur og flamingo eru hvør sítt
27-02-2023
Orsøkin til, at barnsburður hevur ð, meðan tvíburi ikki hevur ð, er, at talan er um tvey ymisk orð, hóast tey eru skyld hvørt við annað
20-02-2023