- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Nær brúka vit longur, og nær brúka vit longri, spyr lurtari Málteigin.
Elin Henriksen, málkøn, sigur, at her eru ymiskar frágreiðingar og tummilsreglur, og tað er ikki full semja um tær.
Meginreglan er, at miðstig endar við -ri, bæði hjá lýsingarorðum: stórur - størri - størstur; og hjáorðum: ofta - oftari - oftast.
Tað eru sambært reglunum bara trý orð, sum enda við -ur í miðstigi, og tey eru øll hjáorð:
gjarna - heldur - helst
væl - betur - best
leingi - longur - longst
Tummilsregla ella minnisregla:
Tá ið tú skalt vita, um tað eitur betur ella betri, spyrt tú fyrst, um tú kanst siga ringt ella væl: 'Nú gongur ringt' ber ikki til, 'nú gongur illa' - illa og væl hoyra saman, og væl og betur hoyra saman, so tað verður til 'Nú gongur betur'.
Vælbjálvað/ílatin og spýggja
Orðini vælbjálvað og vælílatin eru upprunaliga ætlað húsum og klæðum, men tey verða bæði brúkt um fólk í dag. Hetta heldur lurtari hoyrir ongastaðni heima og vil hava tað at halda uppat.
Og so er tað orðið, spýggja, í lýsingarhátti, eitur tað ein varð spýgdur? Spoðin?
- Hesin formurin finst ikki, og tí má setningurin umskrivast, sigur Elin Henriksen.
18 ár og eldri, gø og rørar
Onnur evni í sendingini hesa ferð eru orðini gø og rørar, og so spyr lurtari, um tað eitur 18 ár og eldri ella 18 ár ella eldri, tá ið tað snýr seg um aldurmark.