Málteigurin

Soltimjólk skal vera í einum
27-09-2021
Um mjólkin eitur soltimjólk, skal orðið vera í einum. Tað er tað ikki á pakkunum, tí ongin bindistrika er, og tí eigur heitið at vera soltin mjólk, tí mjólk er kvennkyn

Solti mjólk stendur á grønu mjólkarpakkunum. Er tað rætt at siga solti mjólk, um mjólkin er 'hon'?

Verður tað skrivað í tveimum orðum, so skal tað sjálvandi vera 'soltin mjólk'. Mjólk er kvennkyn, hon er soltin. Vit kunnu ikki siga, at hon er soltið (við ð), sigur Elin Henriksen, málkøn, og vísir á, at á mjólkarpakkunum er ongin bindistrika, og tí er talan um tvey orð: solti mjólk. 

Soltin er lýsingarorð, bendist eins og vakin, ella løgin. Hann er løgin, hon er løgin, tað er løgið.

Og sama støða ger seg galdandi við lættimjólk.

 

Í Góðan morgun, Føroyar

Halda tey røðu ella røður, og eitur tað í Góðan morgun, Føroyar ella í Góðan morgun, Føroyum?

- Eg haldi, at tað snildasta hevði verið als ikki at fingið sær heiti, ið eru so torfør at benda, sigur Elin Henriksen.

Hon greiðir frá, at í hesum føri eru 'Føroyar' partur av heitinum og verður ikki bent: Vit hoyrdu í 'Góðan morgun, Føroyar', at ...

Hyggjuráðini frá Elini Henriksen eru tó, at tað besta er at seta eitt eyka orð inn: 'Vit hoyrdu í sendingini 'Góðan morgun, Føroyar', at ...

 

Heming og bygdanøvn

Hvat er tað at eta heming á seg? Og skulu bygdanøvn bendast, tá til dømis andlát verða lisin upp í útvarpinum?

Lurtari ger vart við, at onkuntíð eru staðarnøvnini bend, og onkuntíð ikki. Hví tað? Og hvat er rættari?

Elin Henriksen greiðir frá, at tað gamla er at benda bygda- og staðarnøvnini, soleiðis at man sigur Toftum heldur enn Toftir, Strondum heldur enn Strendur og Vági heldur enn Vágur.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Lurtari spyr, nær vit brúka orðið, longur, og nær vit brúka orðið, longri. Mállærureglurnar eru greiðar, men ikki allir málfrøðingar eru samdir
15-05-2023
Tað er sera ymiskt, um fólk siga, hvat ella hvør er støðan, munurin og trupulleikin. Svarið er torskilt, tí tað er munur á spurnarfornøvnum og spurnarhjáorðum
08-05-2023
Bakið og ryggurin eru hvør sítt. Ryggurin er ryggjageislarnir, meðan bakið er uttaná
01-05-2023
Hóast bæði hiti og varmi eru gomul, norrøn orð, so er hiti meira góðkent enn varmi
24-04-2023
Føroyska orðið, danga, sum er skip í ringum standi, kemur av enska orðinum, 'danger'
17-04-2023
Enska orðið, 'baby', er trupult at lata í føroyskan málbúna. Vit vita ikki, hvat kyn orðið er, og harvið er óskil á bendingarmynstrinum
03-04-2023
Begynna og snakka og byrja og tosa vísa ymsar stíllegur og eru tvey dømi av mongum um, hvussu fjølbroytt føroyskt er
27-03-2023
Málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vilja varðveita sítt egna mál so reint sum møguligt og avmarka ávirkanina úr øðrum málum
20-03-2023
Tað hevði uttan iva verið nógv lættari hjá børnum at telja og at rokna, um vit søgdu fjøruti, fimmti, seksti og tvey hundrað og sjeytitrý, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-03-2023
Vit eiga nógv ymisk orð fyri fremmandaorðið, faktiskt, og tað hevði verið gleðiligt, um vit høvdu brúkt fleiri av teimum, heldur Elin Henriksen
06-03-2023
Hvítu kassarnir, sum vóru brúktir til brennivín fyrr, eru úr polystyren, men verða vanliga nevndir tundur ella flamingo millum føroyingar. Men tundur og flamingo eru hvør sítt
27-02-2023
Orsøkin til, at barnsburður hevur ð, meðan tvíburi ikki hevur ð, er, at talan er um tvey ymisk orð, hóast tey eru skyld hvørt við annað
20-02-2023