- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
'Eg sigi Runavíkina og Klaksvíkina, men fleiri rætta meg og siga, at tað ikki er rætt. At tað skal vera Runavík og Klaksvík. Eg havi altíð fingið at vita, at nøvn skulu bendast, so hvat er rætt'?
Soleiðis skrivar lurtari til sendingina hesa ferð.
- At benda og at gera bundið er hvør sítt. Meginreglan er, at staðarnøvn eru óbundin. Men nógv staðarnøvn verða kortini bend í føllum, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
Býurin eitur Vágur, tey búgva í Vági, vit fara til Vágs
Toftir - á Toftum - út á Toftir
Kollafjørður - í Kollafirði - til Kollafjarðar
Klaksvík - í Klaksvík - til Klaksvíkar
Í heilt fáum førum kunnu staðarnøvn verða bundin. Tað kann til dømis vera, tá ið sernavnið er tað sama sum eitt vanligt navnorð:
Havn, um alla Havnina, tey komu úr Havnini. Men Tórshavn kann ikki vera bundið. Eitt gamalt heiti á Oslofjørðinum er Víkin, og tað varð ofta sagt bundið: í Víkini.
- Nøvn á summum oyggjum kunnu vera bundin ella óbundin. Tað eitur tó altíð í Vágum og ikki í Vágunum, sigur Elin Henriksen.
Fyri og føllini
Fyri kann bæði stýra hvønnfalli og hvørjumfalli, og tað er ikki altíð so lætt at finna greiðar reglur.
Hartil kemur, at rákið í málinum er, at hvørjumfall vinnur alt meira á hvønnfalli.
Dømi:
Skipið siglir ikki fyri veður, men vit fáa ikki arbeitt fyri illveðri.
Elin Henriksen sigur, at onkrar meginreglur tó eru, sum mann kann halda seg til.
Ofta er talan um hvørjumfall, tá ið tað hevur við forðan at gera, meðan er talan um orsøk, verður hvønnfall brúkt, sigur hon og vísir aftur til dømið omanfyri.
Íløga og løga
Ein lurtari, hvat munurin er á løgu og íløgu.
Elin Henriksen sigur, at tað krevst servitan fyri at lýsa munin millum hesi bæði orðini, og hon vísir í hesum sambandi á, hvat Málnevndin mælti til í 2002:
Orðafar nr. 56, mai 2002, 16. árg.
Verklag
Fyri sløkum tveimum árum síðan mælti Málnevndin fjølmiðlum og myndugleikum til at brúka orðið verklag fyri danska orðið anlæg. Beinleiðis orsøkin var, at orðið løga var farið at hoyrast og síggjast í fjølmiðlunum, serliga í samansetingini løgujáttan. Málnevndin fekk fleiri fyrispurningar um hetta nýggja orðið, og øll tóktust halda, at tað var ein styttur formur av orðinum íløga, danskt investering.
Seinni fingu vit uppspurt, at tað í grundini verður brúkt fyri danska orðið anlæg, og løgujáttan var sostatt týðing av donskum anlægsbevilling. Fleiri ilskaðust inn á orðið, tí tað hevur fleiri algongdar merkingar frammanundan, eitt nú avkom av summum dýrum, t.d. kettlingar ella hundahvølpar, sum eru lagdir í einum, t.e. sama merking sum danskt kuld. Men serliga óheppið er orðið, tí tað líkist so nógv orðinum íløga, og tí at nýtsluøkið lutvíst er tað sama. Orðini koma tí skjótt í bland hjá teimum, sum ikki eru so køn í búskapi.
Málnevndin mælti tí til orðið verklag fyri at sleppa undan blandi millum løga og íløga, og vónin var sjálvandi, at vit harvið kundu semjast um eitt orð fyri danskt anlæg. Fleiri hava eisini tikið undir, men enn eru bæði annlegg og løga at hoyra og síggja, t.d. hevur orðið verið nógv frammi seinastu tíðina í sambandi við eina lóg, sum við hvørt verður nevnd verklagslóg, við hvørt løgulóg og við hvørt annlegslóg. Vit mæla sjálvandi til verklagslóg'.