- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Flestu okkara munnu kenna orð sum sólskinstøgn og motormani. Hetta eru dømi um skaldsligt orðasmíð hjá Martini Joensen.
Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at so leingi, sum høvundar og skald hava verið virkin, hava tey sett saman nýggj orð, ofta burtur úr orðum, sum vóru til frammanundan, men sum verða sett saman soleiðis, at tey fáa annað innihald.
Til eru nógv sløg av slíkum orðum, og bókmentafrøðin hevur eina heila vísindagrein um slík orð, sum tað eru skrivaðar tjúkkar bøkur um.
- Vit fara tó ikki so djúpt inn í evnið myndbering, ella kenning, sum tað eitur um slík fyribrigdi í norrønum skaldskapi, men fara at hyggja at nøkrum nýggjari skaldsligum orðasamansetingum, sigur Elin Henriksen og nevnir Martin Joensen, sum hevur eitt stórt ríkidømi av nýggjum myndburðum.
- Sólskinstøgn: tøgn nýtt sum mynd av friðsælu
- Vøkumaðurin: var upprunaliga ein, ið vakti til útróðrar, men her við nýggjari merking: ein, ið vakir yvir tær
- Dagmett sól søkir niðublund: sólin,mett av degnum. Niða er myrkur
- Motormani: mani = bundin av
- Pápalátur og mammutár: sigur seg sjálvt, men her liggja so nógv orð og nógvar merkingar fjald í hesum báðum sigandi orðunum
- Blómubarnamold: blómubarn var orðmynd av rørsluni frá 60'unum, flower-power og make love, not war. Moldin, har blomstur vaksa. Umhvørvið av 'blómubarnamentan'
- Skuggagestur: eru til í skugga - í dreymum
Fúsur og smettumætari
Tvey onnur orð eru til viðgerðar í dagsins sending.
Hví siga vit at vera til dystin fús, sama um talan er um mann, kvinnu ella barn? Um talan var um ein mann, átti tað so ikki at itið hann er til dystin fúsur - ikki hann er til dystin fús?
Og hvat er ein smettumætari?