- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Hesa ársins tíð kemur meira so fyri, at lop eru í náttúruni, men nær er tað skalvalop, áarlop, omanlop og skriðulop?
Málteigurin viðgerð hesi lopini, og hvat tey merkja. Eisini sleppa onnur sløg av lopum upp í part.
Orðaraðið hevur stóran týdning
Tá ið vit siga ein setning, geva vit okkum helst ikki stórvegis far um, hvar vit seta ymsu orðini, sum vit brúka. Men raðfylgjan á orðunum hevur alt at siga fyri, hvussu setningurin kann skiljast. Til dømis kann ein setningur fara frá at vera ein staðfesting til at vera ein spurningur bara við at flyta umsagnarliðin ella sagnorðið.
Dømi:
- Má bøtast um trivnaðin í fólkaskúlanum (?)
- Var torført at syngja við til tjóðsangin (?)
Hesi bæði eri dømi um yvirskriftir, sum eru orðaðar soleiðis, at lesarin kann ivast í, um talan er um eina staðfesting ella ein spurning.
Rímiliga og vegna
Vit fara eisini at tosa um orðið vegna og orðið rímiliga, tá ið tað verður brúkt við somu merking sum rættiliga.
Til dømis rímiliga nógvur vindur/rættiliga nógvur vindur.