Málteigurin

Elisabeth og Elisabet
29-01-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við

Í dagsins Málteigi hava vit fingið bræv frá manni, sum spyr um gentunavnið Elisabet/Elisabeth.

Nú kjakast eg og konan um, hvussu komandi diddan hjá okkum skal eita. Av eini ella aðrari orsøk gangi eg nógv uppí, at navnið verður stavað so “rætt” sum til ber. Nú eru vit samd um navni/nøvnini (for-millumnavn) og eitt teirra er Elisabet, ella sum konan ynskir tað skal stavast, tí tað er pent, (eingin ivi um tað) Elisabeth. Mín spurningur er. Er tað góðkent at eita (Lis-, Lisa-, Els-, Elsu-,)-beth á føroyskum?

Navnalistin yvir góðkend orð liggur á orðabókaportalinum hjá Sprotanum, NAVN og á heimasíðuni hjá Málráðnum.

Har standa hesi nøvnini: Elisabet, Lisbet, Lisabet, Elsbet, Elsubet. Øll við ongum h. 

- Tað vil siga, at einki av hesum nøvnum við h er góðkent, og tí einans loyvd við uppkalling, uttan so, at mann søkir um undantaksloyvi, greiðir Elin Henriksen frá. 

 

At klóka og dirva

Í dagsins sending verður eisini tosa um lýsingarorðið klókur og navnorðið dirvi kunnu gerast um til sagnorð, so mann sigur: eg skal ikki klóka meg, og hann dirvdi meg. 

Harafturat viðgerða vit orðingarnar at fáa í posa og sekk og at fáa sekkin, eins og vit eisini viðgera tað at siga nýggjheitir um klæðir í netsølu.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hvat merkir orðingin við eymk og fret, og hví siga vit soleiðis, spyr lurtari Elina Henriksen í hesari sendingini
15-04-2024
Fyrr helt mann, at babba var barnamál, meðan vaksin søgdu pápi. Hetta er ikki galdandi longur, meðan mann í Suðuroy altíð hevur sagt pabba. Øll trý eru javngóð í dag
08-04-2024
Føroyar hava fingið sína fyrstu løggildu stavsetingarorðabók. Tað merkir, at Stavsetingarorðabókin ásetur almennar, føroyskar stavsetingarreglur, og hvussu vit eiga at stava
25-03-2024
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024