- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Eitt slag av málsligum stríði hevur tikið seg upp millum yngra og eldra ættarliðið.
Tað hoyrist og sæst best, um hugt verður at, hvussu ein partur av kjarnulurtarunum hjá útvarpinum hevur tikið móti tilfarinum frá ungdómsredaktiónini hjá Kringvarpi Føroya, sum eitur Biit.
Í sendingum sum Gentuvesið og Biit og chill hoyrist talumálið hjá unga ættarliðnum, sum liggur fjart frá talumálinum hjá teimum eldru.
Samanstoyturin er dyggur at síggja til, tí málsligu atfinningarnar hava verið nógvar, og tað hevur fingið tey ungu at svara aftur og taka frástøðu frá tónalagnum og summum av tí, sum er sagt.
Eisini fleiri eldru hava gjørt vart við sína ónøgd um hørðu atfinningarnar móti teimum ungu.
Elin Henriksen, málkøn, sigur, at eldra ættarliðið dugir helst ikki líka væl at bera seg at á sosialu miðlunum, og tað er ein av orsøkunum til, at tónalagið er so hvast.
- Hugsa, hvørja ferð tú fært hug at skriva onkra atfinning, hvussu tú hevði orðað teg andlit til andlits við tey ungu - sum satt at siga eru fólkaligari móti eldri fólki enn tað, sum eg minnist, at tað var fyrr. Tað ber væl til leiðbeina málsliga á virðiligan og fólkaligan hátt, uttan at speireka, sigur Elin Henriksen.
Hetta evnið fyllir tað mesta av dagsins Málteigi.