Málteigurin

Faðir vár og ymsar orðingar
15-11-2021
Flestu okkara kenna barnabønina, Faðir vár. Men er Hann á himlinum, himnum, himli ella himni?

Sjálvt í bøn orða vit okkum ymiskt, og tað hoyrist, tá vit lurta eftir morgunlestrinum, tí tað er ógvuliga ymiskt, hvussu ymsu prestarnir orða seg.

Her ræður ikki um at finna rætt ella skeivt, tí hvussu bønin, Faðir vár, verður lisin, er øgiliga persónligt, heldur Elin Henriksen, málkøn.

- Tey flestu hava lært hana sum barn og halda fast við sínar orðingar - hóast orðingarnar eru so mangar. Her ber ikki til at tosa um rætt og skeivt - men heldur at hugleiða um ymiskleikar, sigur hon. 

Tá prestur sigur: lat ella latið okkum biðja heldur enn latum okkum biðja, gevur hann kirkjufólkinum boð um at biðja uttan at taka seg sjálvan við. Hetta kemst av gomlum falli, hortativ, sum ikki er til longur á føroyskum.

Hjalmar P. Petersen, professari í málvísindum greiðir soleiðis frá:

 

'Setningurin 'Latum okkum biðja' er ikki boðsháttur, tí eg-persónurin er inkluderadur í 'okkum', altso mann kann ikki geva sær sjálvum eini boð.

Hetta er hortativ, eitt fall, sum annars er deytt í málinum. 'Latum okkum biðja' er ein málslig leivd.'

 

Nøvn og mulkt

Hvussu skal eitt tíðindafólk bera seg at, tá tað skal skriva eitt navn, sum er stavað soleiðis, at tað ikki er í samsvari við stavsetingarreglurnar, spyr lurtari, og vísir á dømi sum Krosstein, ið verður stavað við tveimum s'um heldur enn trimum og eftirnavnið á landsstýriskvinnuni í almannamálum, sum verður stavað -dóttur, hóast dóttir stavast við -ir í hvørfalli.

Í sending herfyri segði eldri maður, at 'hann fekk mulkt'. Fleiri í húskinum ressaðust, tí tey kendu ikki orðið.

Vit umrøða mulkt, og hvat tað merkir. 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Lurtari spyr, nær vit brúka orðið, longur, og nær vit brúka orðið, longri. Mállærureglurnar eru greiðar, men ikki allir málfrøðingar eru samdir
15-05-2023
Tað er sera ymiskt, um fólk siga, hvat ella hvør er støðan, munurin og trupulleikin. Svarið er torskilt, tí tað er munur á spurnarfornøvnum og spurnarhjáorðum
08-05-2023
Bakið og ryggurin eru hvør sítt. Ryggurin er ryggjageislarnir, meðan bakið er uttaná
01-05-2023
Hóast bæði hiti og varmi eru gomul, norrøn orð, so er hiti meira góðkent enn varmi
24-04-2023
Føroyska orðið, danga, sum er skip í ringum standi, kemur av enska orðinum, 'danger'
17-04-2023
Enska orðið, 'baby', er trupult at lata í føroyskan málbúna. Vit vita ikki, hvat kyn orðið er, og harvið er óskil á bendingarmynstrinum
03-04-2023
Begynna og snakka og byrja og tosa vísa ymsar stíllegur og eru tvey dømi av mongum um, hvussu fjølbroytt føroyskt er
27-03-2023
Málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vilja varðveita sítt egna mál so reint sum møguligt og avmarka ávirkanina úr øðrum málum
20-03-2023
Tað hevði uttan iva verið nógv lættari hjá børnum at telja og at rokna, um vit søgdu fjøruti, fimmti, seksti og tvey hundrað og sjeytitrý, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-03-2023
Vit eiga nógv ymisk orð fyri fremmandaorðið, faktiskt, og tað hevði verið gleðiligt, um vit høvdu brúkt fleiri av teimum, heldur Elin Henriksen
06-03-2023
Hvítu kassarnir, sum vóru brúktir til brennivín fyrr, eru úr polystyren, men verða vanliga nevndir tundur ella flamingo millum føroyingar. Men tundur og flamingo eru hvør sítt
27-02-2023
Orsøkin til, at barnsburður hevur ð, meðan tvíburi ikki hevur ð, er, at talan er um tvey ymisk orð, hóast tey eru skyld hvørt við annað
20-02-2023