Málteigurin

Vág og vík, sund og fjørður
22-11-2021
Tey fýra orðini, vág, vík, sund og fjørður minna hvørt um annað í merking, men um hugt verður at upprunanum til orðini fæst at vita, hvør munurin er á teimum

Vág og vík, sund og fjørður. Fýra orð, sum minna hvørt um annað í merking, men hvat er munurin á eini vág og vík og á einum sundi og einum firði?

- Nú á døgum ber ikki so væl til at skilja ímillum sund og fjørð, vág og vík. Men vit kunnu hyggja at upprunanum til orðini, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.

 

Hoyrdi hin málkøna Suna Merkistein siga soleiðis eftir beinleiðis frásøgn: Vit vóru vandameiri. Hvat er hetta fyri eitt orð, spyr lurtari.

 

At unna nøkrum nakað hevur positiva merking, men orðið verður eisini brúkt sum nakað negativt. Eg unnist illa í myrkri fyri at nevna eitt dømi. 

 

Og so umrøða vit eisini danskt, tí vit hava fingið ein spurning, sum ljóðar soleiðis:

'Hví eru vit farin at læra perudanskt heldur enn gøtudanskt, sum jú gevur nógva víðari nýtslu, altso nógv fleiri skilja tað - danir eisini'.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Lurtari spyr, nær vit brúka orðið, longur, og nær vit brúka orðið, longri. Mállærureglurnar eru greiðar, men ikki allir málfrøðingar eru samdir
15-05-2023
Tað er sera ymiskt, um fólk siga, hvat ella hvør er støðan, munurin og trupulleikin. Svarið er torskilt, tí tað er munur á spurnarfornøvnum og spurnarhjáorðum
08-05-2023
Bakið og ryggurin eru hvør sítt. Ryggurin er ryggjageislarnir, meðan bakið er uttaná
01-05-2023
Hóast bæði hiti og varmi eru gomul, norrøn orð, so er hiti meira góðkent enn varmi
24-04-2023
Føroyska orðið, danga, sum er skip í ringum standi, kemur av enska orðinum, 'danger'
17-04-2023
Enska orðið, 'baby', er trupult at lata í føroyskan málbúna. Vit vita ikki, hvat kyn orðið er, og harvið er óskil á bendingarmynstrinum
03-04-2023
Begynna og snakka og byrja og tosa vísa ymsar stíllegur og eru tvey dømi av mongum um, hvussu fjølbroytt føroyskt er
27-03-2023
Málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vilja varðveita sítt egna mál so reint sum møguligt og avmarka ávirkanina úr øðrum málum
20-03-2023
Tað hevði uttan iva verið nógv lættari hjá børnum at telja og at rokna, um vit søgdu fjøruti, fimmti, seksti og tvey hundrað og sjeytitrý, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-03-2023
Vit eiga nógv ymisk orð fyri fremmandaorðið, faktiskt, og tað hevði verið gleðiligt, um vit høvdu brúkt fleiri av teimum, heldur Elin Henriksen
06-03-2023
Hvítu kassarnir, sum vóru brúktir til brennivín fyrr, eru úr polystyren, men verða vanliga nevndir tundur ella flamingo millum føroyingar. Men tundur og flamingo eru hvør sítt
27-02-2023
Orsøkin til, at barnsburður hevur ð, meðan tvíburi ikki hevur ð, er, at talan er um tvey ymisk orð, hóast tey eru skyld hvørt við annað
20-02-2023