- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Okkum dámar heldur væl at brúka óbundnu fornøvnini ein, eina og eitt eftir danskari fyrimynd, heldur lurtari, sum hevur sent okkum eina røð av dømum, har óbundnu fornøvnini verða óneyðuga nýtt.
- Ein góð útbúgving byrjar við einum góðum lærara
- Í staðin fyri kransar kann ein minnisgáva sendast til.....
- Gesturin var ein yngri kvinna
- Heima við hús hevur hon verið ein góð hjálp
- Mugu leggja eina langtíðarætlan fyri Koronu.
- Okkum tørvar ikki at siga 'ein' og 'eitt' í heilum. Hetta er helst komið við týddum tekstum, har týðarin ikki hevur givið sær far um, at tey ikki skulu við, sigur Elin Henriksen.
Ikki
Tað er munur á at siga 'øll strandfaraskipini sigla ikki' og 'ikki øll strandfaraskipini sigla', heldur lurtari fyri í boðum til Málteigin.
Elin Henriksen er samd og sigur, at tað er hvør sín merking:
Siga vit: Øll skipini sigla ikki, so merkir tað, at eingi skip sigla.
Siga vit: Ikki øll skipini sigla, so eru nøkur, sum sigla.
Ganga til ítrótt
Tá eg var ung, spældi eg hondbólt og fótbólt, eg svam og gjørdi fimleik.
Í dag ganga tey ungu til alt. Tey siga, at tey ganga til fótbólt, ganga til hondbólt, ganga til fimleik og tey ganga eisini til svimjing. Kann man siga 'ganga' til allar ítróttargreinar, spyr lurtari, og ein annar spyr um munin á 'eg kann minnast' og 'eg minnist'.
Ofta hoyrast politikkarar siga: 'Vit vilja framburð' ella 'Vit vilja samstarv'.
Her er orðið, hava, tikið burtur. Sama ger seg galdandi við orðunum, hugsa og tosa, har orðið, um, verður tikið burtur, og tí hoyra vit fólk siga: Hugsar tú film ella sjónleik? Hugsar tú sparingar?
Elin Henriksen sigur, at tað er ið hvussu er frægari at siga 'vilja' enn 'ynskja'.
Vilja hoyrir til tey orðini, sum vit nevna háttarsagnorð (modalverbum), saman við skula, kunna, mega, munna.
Men henni hevði dámt betur, um vit brúktu vilja hava enn at taka orðið, hava, burtur.