Málteigurin

Vit ovurnýta ein, eina og eitt
29-11-2021
Óbundna fornavnið verður brúkt óneyðuga nógv, og hetta kemur helst mest fyri í týddum tekstum, heldur Elin Henriksen, málkøn

Okkum dámar heldur væl at brúka óbundnu fornøvnini ein, eina og eitt eftir danskari fyrimynd, heldur lurtari, sum hevur sent okkum eina røð av dømum, har óbundnu fornøvnini verða óneyðuga nýtt.

  • Ein góð útbúgving byrjar við einum góðum lærara
  • Í staðin fyri kransar kann ein minnisgáva sendast til.....
  • Gesturin var ein yngri kvinna
  • Heima við hús hevur hon verið ein góð hjálp
  • Mugu leggja eina langtíðarætlan fyri Koronu.

- Okkum tørvar ikki at siga 'ein' og 'eitt' í heilum. Hetta er helst komið við týddum tekstum, har týðarin ikki hevur givið sær far um, at tey ikki skulu við, sigur Elin Henriksen.

 

Ikki

Tað er munur á at siga 'øll strandfaraskipini sigla ikki' og 'ikki øll strandfaraskipini sigla', heldur lurtari fyri í boðum til Málteigin.

Elin Henriksen er samd og sigur, at tað er hvør sín merking:

Siga vit: Øll skipini sigla ikki, so merkir tað, at eingi skip sigla.
Siga vit: Ikki øll skipini sigla, so eru nøkur, sum sigla.

 

Ganga til ítrótt

Tá eg var ung, spældi eg hondbólt og fótbólt, eg svam og gjørdi fimleik.

Í dag ganga tey ungu til alt. Tey siga, at tey ganga til fótbólt, ganga til hondbólt, ganga til fimleik og tey ganga eisini til svimjing. Kann man siga 'ganga' til allar ítróttargreinar, spyr lurtari, og ein annar spyr um munin á 'eg kann minnast' og 'eg minnist'.

Ofta hoyrast politikkarar siga: 'Vit vilja framburð' ella 'Vit vilja samstarv'.

Her er orðið, hava, tikið burtur. Sama ger seg galdandi við orðunum, hugsa og tosa, har orðið, um, verður tikið burtur, og tí hoyra vit fólk siga: Hugsar tú film ella sjónleik? Hugsar tú sparingar?

Elin Henriksen sigur, at tað er ið hvussu er frægari at siga 'vilja' enn 'ynskja'.

Vilja hoyrir til tey orðini, sum vit nevna háttarsagnorð (modalverbum), saman við skula, kunna, mega, munna.

Men henni hevði dámt betur, um vit brúktu vilja hava enn at taka orðið, hava, burtur.
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Lurtari spyr, nær vit brúka orðið, longur, og nær vit brúka orðið, longri. Mállærureglurnar eru greiðar, men ikki allir málfrøðingar eru samdir
15-05-2023
Tað er sera ymiskt, um fólk siga, hvat ella hvør er støðan, munurin og trupulleikin. Svarið er torskilt, tí tað er munur á spurnarfornøvnum og spurnarhjáorðum
08-05-2023
Bakið og ryggurin eru hvør sítt. Ryggurin er ryggjageislarnir, meðan bakið er uttaná
01-05-2023
Hóast bæði hiti og varmi eru gomul, norrøn orð, so er hiti meira góðkent enn varmi
24-04-2023
Føroyska orðið, danga, sum er skip í ringum standi, kemur av enska orðinum, 'danger'
17-04-2023
Enska orðið, 'baby', er trupult at lata í føroyskan málbúna. Vit vita ikki, hvat kyn orðið er, og harvið er óskil á bendingarmynstrinum
03-04-2023
Begynna og snakka og byrja og tosa vísa ymsar stíllegur og eru tvey dømi av mongum um, hvussu fjølbroytt føroyskt er
27-03-2023
Málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vilja varðveita sítt egna mál so reint sum møguligt og avmarka ávirkanina úr øðrum málum
20-03-2023
Tað hevði uttan iva verið nógv lættari hjá børnum at telja og at rokna, um vit søgdu fjøruti, fimmti, seksti og tvey hundrað og sjeytitrý, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-03-2023
Vit eiga nógv ymisk orð fyri fremmandaorðið, faktiskt, og tað hevði verið gleðiligt, um vit høvdu brúkt fleiri av teimum, heldur Elin Henriksen
06-03-2023
Hvítu kassarnir, sum vóru brúktir til brennivín fyrr, eru úr polystyren, men verða vanliga nevndir tundur ella flamingo millum føroyingar. Men tundur og flamingo eru hvør sítt
27-02-2023
Orsøkin til, at barnsburður hevur ð, meðan tvíburi ikki hevur ð, er, at talan er um tvey ymisk orð, hóast tey eru skyld hvørt við annað
20-02-2023