Málteigurin

'Í hóslag við' verður bert brúkt í ringum sambandi
28-11-2022
At vera í hóslag við onkrum hevur negativa merking og kann tí ikki brúkast í einum positivum samanhangi

Lurtari spyr um orðið, hóslag, tí herfyri var hetta at hoyra í útvarpinum:

Í 1957 skrivaði Jerry Lee Lewis sáttmála við plátufelagið Sun Records og kom í hóslag við Elvis Presley, Johnny Cash og Carl Perkins, ið gjørdust kendir undir navninum, The Million Dollar Quartet.

- Her er orðið hóslag misskilt, tí tað verður bara brúkt í onkrum ringum sambandi. Ert tú í hóslag við onkrum, so eru tit úti uppá okkurt ringt, balladu ella brotsverk, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.

Fyrisetingin fyri

Í hesi sending fyllir fyrisetingin, fyri, rættiliga nógv. Tí fyri er ein av fyrisetingunum, sum bæði kann taka hvønn- og hvørjumfall, og tað ger ikki tað sama, hvat fall vit brúka í hvørjum samanhangi.

Tí er fyri eitt orð, sum ofta ørkymlar okkum, tá ið vit tosa.

Bróst og trýst

Ein annar lurtari nevnir, at fyrr var orðið, bróst, vanligt at brúka um vegg, men at tað tykist vera horvið. Nær fall hetta málbrúkið burtur, spyr viðkomandi.

Elin Henriksen greiðir eisini frá muninum millum 'trýst er á skipanini' og 'trýst er á skipanina'.

Eystur í eina bygd

Síðsti spurningurin er frá lurtara, ið sigur seg ikki hava hoyrt nakran siga, at mann fer eystur í eina bygd. Mann fer vestur í Vágar, suður til Havnar og norður til Klaksvíkar, men eystur ... tað fer mann aldrin. Hví man tað vera, spyr lurtarin.

Men í sendingini boða lurtarar í Sandoy og Suðuroy frá, at har verður sagt eystur.

Og Elin Henriksen hevur funnið eitt dømi úr einari søgn, sum Jakob Jakobsen skrivaði upp: 'Ein heimasandsmaður fór einaferð eystur til Skálavíkar' (Søgn: Bembil).

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Um føroyskum máli skal vera lív lagað, ræður fyrst og fremst um at vera góður við tað. Elin Henriksen og Solby Christiansdóttir taka samanum í seinasta Málteiginum
29-04-2024
Hví siga vit bólta rút, hundavakt, manga takk, "banka upp undir borðið"? Onnur evni eru: Forråelse, gentunavnið Vár og munurin á menniskja- og menniskjansligt
22-04-2024
Hvat merkir orðingin við eymk og fret, og hví siga vit soleiðis, spyr lurtari Elina Henriksen í hesari sendingini
15-04-2024
Fyrr helt mann, at babba var barnamál, meðan vaksin søgdu pápi. Hetta er ikki galdandi longur, meðan mann í Suðuroy altíð hevur sagt pabba. Øll trý eru javngóð í dag
08-04-2024
Føroyar hava fingið sína fyrstu løggildu stavsetingarorðabók. Tað merkir, at Stavsetingarorðabókin ásetur almennar, føroyskar stavsetingarreglur, og hvussu vit eiga at stava
25-03-2024
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024