Málteigurin

Áðrenn og aftan á jól er góðkent
19-12-2022
Mong siga fyri og eftir jól, men mann kann eisini siga áðrenn og aftan á jól. - Hetta er málburður, sum er góðkendur í nýggjari tíð, sigur Elin Henriksen, málkøn

Í seinasta Málteiginum fyri jól umrøða vit júst tað, at siga fyri ella áðrenn jól og eftir ella aftan á jól.

- Tað er í lagi at siga áðrenn og aftan á jól, men um mann vil hava ordiliga flottan málburð, so sigur mann fyri og eftir, staðfestir Elin Henriksen.

Aðrar fyrisetingar, sum eisini verða brúktar saman við jólum eru: undan, til, nær, á, millum og undir.

Jól eru fleirtal, og tí eitur tað til jóla og ikki til jólar.


Rendi ella fór á land

Eg brúkti setningin: skipið rendi á land herfyri, og eg fekk viðmerking um, at tað hevði verið rættari at sagt fór ella rak á land. Men kann mann ikki siga rendi á land, spyr lurtari.

- Jú, tað kann mann saktans, men tað ræður um at gera sær greitt, hvat er hent. Tí at renna á land, fara á land og reka á land hava ikki somu merking.


Orðatøk og ársins orð

Vit umrøða eisini tvey orðatøk.
Annað er:

Ilt at læra gamlan hund uppi at sita.

og hitt er:

Eingin biskupur er ovlærdur og eingin skúladrongur ovbardur.


Ársins orð er lýsingarorð

Og so umrøða vit eisini ársins orð, sum er stuttfluttur. Hetta er eitt lýsingarorð, og tað bendist soleiðis:

Hetta er stuttfluttur matur
Vit gera stuttfluttan mat
Vit koma við stuttfluttum mati

Ella

Vøran er stuttflutt
Vit framleiða stuttflutta vøru
Og vit koma við stuttfluttari vøru

- Eg vóni, at hetta orðið verður varðveitt sum eitt lýsingarorð og brúkt samsvarandi, sigur Elin Henriksen, málkøn.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Um føroyskum máli skal vera lív lagað, ræður fyrst og fremst um at vera góður við tað. Elin Henriksen og Solby Christiansdóttir taka samanum í seinasta Málteiginum
29-04-2024
Hví siga vit bólta rút, hundavakt, manga takk, "banka upp undir borðið"? Onnur evni eru: Forråelse, gentunavnið Vár og munurin á menniskja- og menniskjansligt
22-04-2024
Hvat merkir orðingin við eymk og fret, og hví siga vit soleiðis, spyr lurtari Elina Henriksen í hesari sendingini
15-04-2024
Fyrr helt mann, at babba var barnamál, meðan vaksin søgdu pápi. Hetta er ikki galdandi longur, meðan mann í Suðuroy altíð hevur sagt pabba. Øll trý eru javngóð í dag
08-04-2024
Føroyar hava fingið sína fyrstu løggildu stavsetingarorðabók. Tað merkir, at Stavsetingarorðabókin ásetur almennar, føroyskar stavsetingarreglur, og hvussu vit eiga at stava
25-03-2024
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024