- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Eitt er, hvussu orð verða stavað og skrivað. Nakað annað er, hvussu vit úttala tey.
Í hesi sending viðgera vit stóra evnið lesiframburður.
Tað er púra vanligt at hoyra fólk siga 'yttliskur' og 'jammaldur', meðan hesi orðini stavast útlendskur og javnaldur. Verða tey úttalað soleiðis, er talan um lesiframburð.
Lesiframburður verður tað, tá ið eldri orð, sum mangan vóru til, áðrenn vit høvdu nakrar stavsetingarreglur, eisini verða framborin, eins og tey verða stavað, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
Dømi:
orðið /ronkilsi/ er eldri enn skriftmálið, og tað fekk stavsetingina rognkelsi. Men tað merkir ikki, at vit skulu fara at siga rogn-kelsi.
Eitt kent dømi er orðið øslakingur (sum stendur í fø-fø). Tað er tað sama sum eldsløkkingur.
Vit siga /ettir/ og /attur/, men stava bæði orðini við -ft-.
Tað sama er galdandi fyri orð sum aftari, altso tann aftari av tveimum. Tað var á fornnorrønum stavað 'aptari', við -pt-.
Tað er so við ljóðlíking fyrst blivið til -ft- og seinni til -tt-.
Elini Henriksen vitandi, er eingin listi yvir orð, har framburðurin víkir frá stavsetingini, men hóast ongin listi er, so eru onkrar meginreglur, og tær gjøgnumgongur Elin Henriksen í hesi sending.
Til tín og orðatak
Vit tosa um, hví tað eitur til tín frá mær, men ikki til Jákups, Dánjals ella Jógvans frá mær, og dagsins orðatak er: Albogastoytur og einkjumannasorg, tað verður mett javnt.