Málteigurin

Røðari er gamalt orð fyri rógvara
06-02-2023
Tað er einki galið við at brúka orðið, røðari, fyri rógvara, tí røðari er gamalt, føroyskt orð fyri rógvara

Tað kemur ofta fyri, at fólk finnast at, tá ið tey hoyra orð í útvarpinum, sum tey ikki kennast við.

Eitt dømi um hetta var herfyri, tá ið útvarpsvertur brúkti orðið, røðari. Orðið, røðari er kanska ikki so ókent, men í hesum førinum var tað brúkt um rógvara. 

Mong hava vent sær til okkara í Málteiginum um hetta og gjørt vart við, at ein røðari er ein, sum heldur røðu, og ein rógvari ein, sum rør.

Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at lurtarar fevna eisini um gomul fólk, ja tey eru kanska tey, sum lurta mest eftir útvarpinum.

- Og eg haldi, at nógv gomul fólk kenna orðið røðari um rógvari, og kanska er tað framvegis livandi í onkrum málføri, sigur hon og leggur afturat, at hon sær einki skeivt í hesum.


Innan og handan
Fyrisetingar eru orð, sum vit javnan verða ørkymlað av, og tvær av teimum eru tær báðar innan og handan, og hesar verða ofta brúktar í førum, har tær ikki kunnu brúkast - so sum fólk handan felagsskapir ella arbeiðið innan eina vinnu.

Handan merkir hinumegin, og tí skal tað einans brúkast í tí samanhangi. 

- Tí eiga vit at siga fólkini aftan fyri felagsskapin, og arbeiðið í einari vinnu, sigur Elin Henriksen. 

Innan hevur eisini fleiri merkingar, men eingin teirra kann brúkast til at siga “innan hetta økið”.

Innan kann sum hjáorð vera

  • ·    haðan tú kemur: Eg eri komin innan av Skálafjørðinum. 
  • ·    á innaru síðu: mála húsini innan

sum fyriseting

  • ·    innan fyri: innangarðs, innanveggja
  • ·    um tíð - áðrenn: arbeiðið skal vera liðugt innan 3 vikur

Innan kann eisini vera sambindingarorð, men tað er lítið brúkt longur. 

Í stuttum: 

  • tað eitur ikki innan fiskivinnuna, men í fiskivinnuni
  • tað eitur ikki innan hetta økið, men á hesum økinum
  • og tað eitur ikki innan skúlaskap, men í skúlaskapi

 

Dagsins orðatøk eru: 

  • vera sum kúgv í heimabeiti.
  • vera sum kúgv í tjóðri
  • vera sum hundur og ketta

Onnur evni, sum eru umrødd í dag, eru orðið, at pendla, orðingin, tímir tú at gera hetta fyri meg, grót ella rótføroyskt, gravskitið og fipur. 

 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Lurtari spyr, nær vit brúka orðið, longur, og nær vit brúka orðið, longri. Mállærureglurnar eru greiðar, men ikki allir málfrøðingar eru samdir
15-05-2023
Tað er sera ymiskt, um fólk siga, hvat ella hvør er støðan, munurin og trupulleikin. Svarið er torskilt, tí tað er munur á spurnarfornøvnum og spurnarhjáorðum
08-05-2023
Bakið og ryggurin eru hvør sítt. Ryggurin er ryggjageislarnir, meðan bakið er uttaná
01-05-2023
Hóast bæði hiti og varmi eru gomul, norrøn orð, so er hiti meira góðkent enn varmi
24-04-2023
Føroyska orðið, danga, sum er skip í ringum standi, kemur av enska orðinum, 'danger'
17-04-2023
Enska orðið, 'baby', er trupult at lata í føroyskan málbúna. Vit vita ikki, hvat kyn orðið er, og harvið er óskil á bendingarmynstrinum
03-04-2023
Begynna og snakka og byrja og tosa vísa ymsar stíllegur og eru tvey dømi av mongum um, hvussu fjølbroytt føroyskt er
27-03-2023
Málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vilja varðveita sítt egna mál so reint sum møguligt og avmarka ávirkanina úr øðrum málum
20-03-2023
Tað hevði uttan iva verið nógv lættari hjá børnum at telja og at rokna, um vit søgdu fjøruti, fimmti, seksti og tvey hundrað og sjeytitrý, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-03-2023
Vit eiga nógv ymisk orð fyri fremmandaorðið, faktiskt, og tað hevði verið gleðiligt, um vit høvdu brúkt fleiri av teimum, heldur Elin Henriksen
06-03-2023
Hvítu kassarnir, sum vóru brúktir til brennivín fyrr, eru úr polystyren, men verða vanliga nevndir tundur ella flamingo millum føroyingar. Men tundur og flamingo eru hvør sítt
27-02-2023
Orsøkin til, at barnsburður hevur ð, meðan tvíburi ikki hevur ð, er, at talan er um tvey ymisk orð, hóast tey eru skyld hvørt við annað
20-02-2023