Málteigurin

Hvørkikynsorð og ð
13-02-2023
Navnorð, sum fáa ð sum ending, kunnu bara vera hvørkikyn. Er talan um kallkyn og kvennkynsorð við ð, er ð-ið partur av orðinum sjálvum - ikki sum ending

Hvørkikynsorð og ð-endingar eru til viðgerðar í hesi sendingini.

Fyrst av øllum: ð sum ending kann bara vera í orðum, sum eru hvørkikyn. Er talan um kallkyn og kvennkyn, so er ð aftast bara tá ið tað er partur av orðinum/stovninum, ikki sum ending.

Ein stivli ella ein hosa kann aldrin fáa ð skoytt upp í seg.

- Hvørkikynsorðini eru torførari, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.

Eitt hús, tað húsið. Her hoyra vit mun.

Men so eru tað hvørkikynsorðini, sum enda við i ella a:

Eitt kvæði, hitt kvæðið; eitt eyga, hitt eygað - tað seinna er bundið og endar við ð, men vit hoyra tað ikki.

Tá er tað, vit hava lært at seta eitt kallkynsorð inn í staðin, ofta 'bátur' - endar hann við n, so endar hvørkikynsorðið við ð:

  • Her er nógv virksemi - her er nógvur bátur - einki ð.
  • Virksemið veksur skjótt - báturin veksur skjótt - her er ð.

Men ofta kunnu vit ivast hóast hesa tummilsreglu. Hetta er alt mítt virksemi - hetta er alt mín bátur. Her kunnu vit ikki siga 'hetta er alt mín báturin', og so hevur virksemi ikki ð.

 

Síður, síð, sítt

Er tað ikki bara galdandi um tað, sum veksur úr erva, tað er niðureftir. Til dømis hár er sítt.

Men so er tað, eg spyrji sum eitt býtt: kann gras vera sítt? Tað veksur jú uppeftir.

 

Poul E. Petersen/s

Lurtari spyr, um ikki heiðursskjal Poul E. Petersen hjá Ítróttasambandi Føroya eigur at eita Petersens. Vit umrøða hvørsfals-s'ið í hesum sambandi.

Ítróttasamband Føroya hevur spurt seg fyri hjá Málráðnum, um tað skuldi eita Petersen ella Petersens, og haðani fingu tey at vita, at Petersen er í lagi, tí sen-eftirnøvn verða ikki bend, men einans faðirs- og móðurnøvn.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Um føroyskum máli skal vera lív lagað, ræður fyrst og fremst um at vera góður við tað. Elin Henriksen og Solby Christiansdóttir taka samanum í seinasta Málteiginum
29-04-2024
Hví siga vit bólta rút, hundavakt, manga takk, "banka upp undir borðið"? Onnur evni eru: Forråelse, gentunavnið Vár og munurin á menniskja- og menniskjansligt
22-04-2024
Hvat merkir orðingin við eymk og fret, og hví siga vit soleiðis, spyr lurtari Elina Henriksen í hesari sendingini
15-04-2024
Fyrr helt mann, at babba var barnamál, meðan vaksin søgdu pápi. Hetta er ikki galdandi longur, meðan mann í Suðuroy altíð hevur sagt pabba. Øll trý eru javngóð í dag
08-04-2024
Føroyar hava fingið sína fyrstu løggildu stavsetingarorðabók. Tað merkir, at Stavsetingarorðabókin ásetur almennar, føroyskar stavsetingarreglur, og hvussu vit eiga at stava
25-03-2024
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024