- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fótbóltur
Aganevndin í Fótbólssambandinum sigur, at 07 Vestur hevur haldgóða orsøk at mótmæla flytingini hjá Magnusi Holm Jacobsen, sum bleiv kunngjørdur í pólskum felagi 21. juli
B36 var klárt betra liðið, tá felagið vann 2-1 móti walisiska liðnum Haverfordwest í Gundadali. Men B36 var óskettið í seinna hálvleiki og lovaði walisum innaftur í uppgerðina
Tað endaði við málleysum javnleiki við Djúpumýru í kvøld millum KÍ og BK Häcken, men tað var heimaliðið, ið var nærri sigrinum
Champions League-dysturin millum KÍ og BK Häcken verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, og byrjað verður at senda klokkan 19:35
31 ára gamli landsliðsáleyparin, Jóan Símun Edmundsson, sum hevur verið uttan sáttmála seinastu tíðina, skal spæla við íslendska Knattspyrnufélag Akureyrar
Fremur KÍ enn eitt bragd og vinnur seg víðari í Champions League-kappingini móti svenska meistaraliðnum BK Häcken, so skal KÍ møta vinnaranum av HJK Helsinki og Molde.
Fyrrverandi enski áleyparin Trevor Francis doyði av einum hjartatilburði í Spania. Hann bleiv 69 ára gamal
Gravgangurin var stórur eftir atgongumerkjunum til fyrra Champions League-dystin millum KÍ og svenska BK Häcken. Øll 1218 atgongumerkini vórðu seld upp á eitt samdøgur