Útheimurin

Talið av deyðum í kavastorminum í USA um jólini er nú hækkað upp í 61, boða lokalir myndugleikar frá.

Síðani desember í fjør hevur Aung San Suu Kyi fingið fongsulsdómar upp á í minsta lagi 26 ár, og nú hevur hon so fingið sjey ár afturat.

Í 2022 hevur løgreglan í Grønlandi í løtuni átta mál, sum kunnu enda við at gerast drápsmál. Seinastu árini hevur talið annars ligið millum trý og seks drápsmál um árið.

Oleksij Arestovytj, sum er ráðgevi hjá forsetaskrivsstovuni í Ukraina, skrivar á Facebook, at fleiri enn 100 rakettir hava havt kós móti Ukraina í fleiri bylgjum.

Nýggja høgrastjórnin hjá Benjamin Netanyahu í Ísrael hevur sum fyrsta mál at gera fleiri búsetingar í hersettu palestinsku økjunum.

Ways and Means-nevndin, sum arbeiðir við skattaspurningum, í Umboðsmannatinginum, váttar, at sjálvuppgávan hjá fyrrverandi forsetanum verður almannakunngjørd fríggjadagin

Russiski forsetin Vladimir Putin hevur nú sett í gildi bann fyri at útflyta olju til lond, sum hava ásett prísloft fyri russiska olju

ST-trygdarráðið heitti í gjár á Taliban um geva kvinnum og gentum fullan javnrætt og innihaldsríka luttøku í samfelagnum

Ein søgulig kirkja úr timbri í Rautjärvi í Finnlandi er brunnin í grund. Roynt var at stongja kirkjuhurðarnar uttanífrá, tá ið eldurin kynknaði jólamorgun

Noreg endar nú síni tvey ár í ST-trygdarráðnum, har norsk hava sitið undir liðini á sendifólkum úr Russlandi, meðan stórveldið hevur fyrireikað og gjørt innrás í Ukraina

Síður