Sjey ára fongsul til Aung San Suu Kiy

Sjey ára fongsul til Aung San Suu Kiy
Síðani desember í fjør hevur Aung San Suu Kyi fingið fongsulsdómar upp á í minsta lagi 26 ár, og nú hevur hon so fingið sjey ár afturat.
 
30.12.2022 - 08:40

Frákoyrdi leiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, varð í nátt okkara tíð dømd sjey ára fongsulsrevsing, eftir at ein dómstólur í Myanmar dømdi hana seka í fimm ákærumálum um korrupsjón.

Í rættarmálinum, sum varð hildið fyri afturlætnum hurðum, varð 77 ára gamla Aung San Suu Kyi dømd fyri at hava leigað og brúkt eina tyrlu ólógliga, meðan hon var landsins leiðari.

Síðani desember í fjør hevur Aung San Suu Kyi fingið fongsulsdómar uppá í minsta lagi 26 ár, og nú hevur hon so fingið sjey ár afturat.

Vestanlond hava sagt, at rættarmálini bert hava til endamáls at kyrra og kúga størsta fíggindan hjá hernaðarstýrinum í Myanmar.

Aung San Suu Kyi var leiðari í Myanmar í fimm ár frá 2015, tá tað eydnaðist at koyra hernaðarstýrið í landinum frá, men seinni tók herurin aftur valdið í landinum.

Í 1991 fekk hon friðarheiðursløn Nobels fyri sítt stríð fyri fólkaræði í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974